Myndasýning við ungum listafólkum verður í Ribarhúsi í Fuglafirði næstu tíðina.
Framsýningin letur upp sunnudagin kl. 16:00.
– Hetta er fyrsta sýning í hesum ári. Jú, hvussu tann listaligi inn- og útsúðurin fer at hátta sær, tá ið tað kemur til eystfall og vestfall, er ringt at meta um. Tað er altíð munur á flóð og fjøru, men sanniliga á tí listaliga økinum er tað ein fragd at síggja hesar fjørulutir, sum eru so ymiskir, tá ið teir til dømis koma undan penslabørnunum hjá hesum ungu listafólkum. Hetta verður sjón fyri eygað, skrivar Frits Johannesen um framsýningina.
Eftir koronutilmælum kunnu hægst 20 vera inni í senn og mugu halda frástøðu hvørt frá øðrum.
Tey, sum sýna fram, eru:
Óðin Hentze
Terji Beder
Hjørdis á Dalbø Gregersen
Sólfríð Hansen
Sára Ólavsdóttir Hentze
Tóra Hammer
Jóhannus Martin
Lý Petersen
Helena Kjeld
Karina Petersen
Rakel Antoniussen