Ung í Føroyum: – Lat tínar listarligu dreymar gerast veruleiki

Landsins størsta afturvendandi ungdómsmentanarstevna Ung í Føroyum verður aftur í februar.

 

- Ung í Føroyum hevur onki krav um royndir, stevnan er fyri øll ung, sum eru listarliga áhugaði, bæði til tey, sum hava nógvar royndir, til tey, sum akkurát eru byrjaði, ella til tey, sum bara hava hug at fara í gongd við nakað listarligt, verður boðað frá í tíðindaskrivi.

 

Ung í Føroyum er ikki ein kapping. Tað er ein møguleiki at vísa fram, royna nýtt, menna, tað tey duga og arbeiða saman við øðrum listarliga áhugaðum og virknum í sínum aldri. Tað er ein møguleiki at vísa umheiminum, hvat ung list er í dag, hvat tey halda vera spennandi og viðkomandi.

 

Ung í Føroyum er ein týðandi sýnisgluggi fyri føroyska ungdómslist, halda fyriskipararnir.

 

- Verksmiðjuleiðararnir eru øll yrkislistafólk, fólk, sum liva av sín list. Tey flestu eru føroyingar, men onkuntíð eru listafólk boðin úr øðrum londum. Í ár verða tey hesi spennandi og kendu listafólkini verksmiðjuleiðarar á stevnuni: Lena Anderssen og Niclas Johannesen, tónleikur, Brandur Patursson, myndlist, Petur Pólson, skriving, Annfinnur Heinesen, sjónleik, Joël Colas, sirkus og Kate Corkery, frásøgn. Tvær ungar kvinnur, Birna Heinesen og Rakul Thomsen, sum fyrr hava verið luttakarar á stevnuni, og sum nú verða lidnar at lesa dramaturgi, fara at samskipa almennu endasýningina.

 

Ung í Føroyum verður dagarnar frá 17. til 19. februar fyri 60 ungum í Føroyum, sum tora, duga og vilja. Øll, sum eru 13 ár, men enn ikki 19 ár, kunnu tekna seg innan tann 20. januar. Til ber longu nú at tekna seg á www.nlh.fo.