Ung foreldur skulu hava styttri arbeiðsviku

Í Týsklandi hava sosialdemokratarnir skotið upp, at ung foreldur skulu ikki arbeiða meiri enn 30 tímar um vikuna, so tey kunnu fáa meiri tíð saman og saman við børnunum. Afturfyri skulu tey fáa fíggjarligan styrk frá tí almenna.

Sosialdemokratiski flokkurin er í andstøðu í týska samveldistinginum, og stjórnarsamgongan er ímóti uppskotinum.

Týskir politikarar eru undir trýsti fyri at gera okkurt, sum kann steðga teirri gongdini, sum vísir, at týskar kvinnur fáa støðugt færri og færri børn. Hagtølini vísa, at týskar kvinnur fáa í meðal 1,39 barn, og harafturat at talið á barnleysum kvinnum er eitt tað størsta í heiminum samanborið við fólkatalið.

Patrick Döring hjá stjórnarflokkinum FDP sigur við fjølmiðlarnar, at sosialdemokratarnir tykjast hava mist sambandið við veruleikan, og at einki er óført, tá tað ræður um at draga veljarar til flokkin.