Nú fáa tey ungu í Klaksvík høvið til at fáa ein forsmakk uppp á, hvussu tað er at vera politikari.
Býráðið í Klaksvík hevur nevniliga gjørt av at skipa eitt ungdómsbýráð, har tað verða tey ungu, sum manna býráðið og taka avgerðirnar.
Tað verður mikudagin 10. Desember, at Ungdómsbýráðið verður í Klaksvík og í gjár var kunnandi fundur fyri teimum ungu, har tey fingu at vita, hvat alt hetta gongur út upp á.
Í Klaksvíkar Býráð eru 11 limir og tey ungu skulu í næstum velja 10 umboð, sum skulu manna ungdómsbýráðið.
Tann seinasti limurin í ungdómsbýráðnum, verður Jógvan Skorheim, borgarstjóri. Tað er hann, sum leiðir býráðsfundirnar, og hann skal eisini standa á odda fyri ungdómsbýráðnum fyri at gera tað so veruleikakent sum gjørligt.
Tað er avgjørt, at ungdómsbýráðið verður mannað soleiðis, at áttandi flokkarnir fáa tvey umboð, eitt frá hvørjum skúla,og níggjundu flokkarnir fáa fýra umboð, tvey frá hvørjum skúla. Harafturat fáa tígggjundi flokkarnir tvey umboð, sum verða vald í valskúlanum, og Húsið, sum er eitt virkishús fyri børn og ung, skal hava tvey umboð. Í hesum sambandi fara bæði Húsið og skúlin hesa næstu tíðina, at leggja dent á at læra tey ungu um fólkaræðið.
- Tey ungu gera sjálvi av, hvat tey viðgera í Ungdómsbýraðnum, men ætlanin er, at Húsið og skúlarnir fara at geva teimum ungu íblástur til, hvørji evni tey kunnu taka upp, sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini, Børn og ung, í Klaksvíkar Býráði.
Ungdómsbýráðið varar ein heilan dag, har tey fara at viðgera mál, sum eru av áhuga hjá ungdóminum, og sum tey ungu sjálvi leggja fram og viðgerða. Málini tey viðgera, verða síðan beind í tvær nevndir, sum Ungdómsbýráðið velur, og nevndirnar koma síðan aftur í Ungdómsbýráðið við tilmælum um loysnir. Tað er eisini soleiðis mál verða viðgjørd í Býráðnum. nvndarformaðurin sigur, at endamálið við ungdómsbýráðnum er, at geva teimum ungu høvi til at skifta orð um samfelagi og um, hvat tey halda skal broytast ella betrast.
Og tey fáa eisini ein ávísan møguleika at gera nakað við tað, tí tí tey fáa eisini eitt sindur av pengum at arbeiða við
Jóhann Lützen sigur nevniliga, at í býráðnum hava tey tosað um, at geva ungdómsbýráðnum eina játtan á einar 30.000 krónur, sum tey síðani kunnu nýta til okkurt mál ella fleiri, sum tey samtykkja í ungdómsbýráðnum.
|