Ein 18 ára gomul kvinna í Avstralia hevur boðað frá, at hon hevur eina bumbu spenta fasta til hálsin. Talan er um eina ríkmannadóttir, sum hevur eina sokallaða bumbuhálsketu um hálsin, sum ikki er sædd áður í Avstralia.
Útlendskir miðlar skriva, at ein fremmandur maður breyt seg inn í marglætishúsini, har hon búði, og at møguliga er hetta ein roynd at kroysta pengar úr ríku familjuni. Ongar av hesum eru tó váttaðar og avstralska løgreglan er ógvuliga fáorðað um málið í løtuni.
Gøtan, har húsini standa, er avbyrgd meðan løgreglan arbeiðir við at loysa gentuna frá bumbuni.