Kvinna skuldsett fyri óviljað manndráp í Grønlandi

Hendingin fór fram í grønlendska býnum Qaqortoq - ella Julianehåb - fríggjanáttina.

Seinastu fríggjanátt varð ein 70 ára gamal maður í grønlendska býnum Qaqortoq yvirkoyrdur.

 

Bilførarin, sum seinni vísti seg at vera ein 32 ára gomul kvinna, rýmdi av staðnum, samstundis sum illa løstaði maðurin doyði, áðrenn hann kom á sjúkrahúsið. Nú er kvinnan, sum sambært løgregluni var ávirkað av rúsdrekka, tá hendingin fór fram, skuldsett fyri óviljað manndráp. 

 

Tað sigur Grønlands Politi í tíðindaskrivi, sum eitt nú heimasíðan hjá Sermitsiaq endurgevur.

 

Eftir tilburðin heitti løgreglan á fólk í býnum um at lata frætta, um tey vistu nakað um tilburðin at siga, og her fekk løgreglan fleiri fráboðanir.

 

Hetta førdi til, at Grønlands Politi sunnudagin kundi handtaka og skuldseta hina 32 ára gomlu fyri óviljað manndráp og rúsdrekkakoyring.

 

Tvey onnur fólk vóru í bilinum saman við ungu kvinnuni, og tey eru eisini skuldsett í málinum. Skuldsetingin móti teimum báðum snýr seg um at hava latið ein hjálparleysan vera liggjandi. 

 

Í grundlógaravhoyri seinnapartin sunnudagin varð kvinnan, sum noktar seg sekan, fyribils afturhildin fram til hin 14. oktober.

 

Í fyrsta umfari snúði málið hjá løgregluni seg um, at ein maður var ákoyrdur, og at førarin varð rýmdur av staðnum. Men, seinni hevur Grønlands Politi so broytt skuldsetingina móti kvinnuni til óviljað manndráp umframt rúsdrekkakoyring.