Ung list í Mentamálaráðnum

Jens Dam Ziska sýnir í hesum døgum listarverk síni fram í Mentamálaráðnum í Havn

Listaframsýning

Fríggjadagin lat upp nýggj framsýning uppi í Mentamálaráðnum á Hoyvíksvegnum í Havn.
Framsýnarin er ungi Jens Dam Ziska. Hann sýndi fyrstu ferð fram alment á várframsýningini hjá Listaskálanum í 2002, og tá var hann bert 18 ára gamal.
Myndaevnini tá komu úr haga og landslagi, merktir av jarðlitum. Í dag hevur hann fluttt seg ímóti spildurnýggjum og avbjóðandi evnum og litum. Ælabogalitirnir og mótsetningar teirra eru í miðdeplinum á framsýningini.
? Ælabogalitirnir eru so reindyrkaðir, at tað er ikki av tilvild. Nýggjar leiðir verða royndar - fronsk list kemur tær til hugs, ið hvussu so er suðurlendskt litaval. Mær fall beinanvegin í huga Pierre Bonnard, sum kann síggjast á Glyptoteket í Keypmannhavn, sigur Jens Fredriksen, leiðari av Listasavni Føroya.
Framsýningin fer at prýða gongdirnar uppi í Mentamálaráðnum fram til 19. desember. Opið er hvønn gerandis dag frá 8-16. Fríggjadag tó til klokkan 15.