Í hesum døgum sýnir ungur listamaður fram í Smiðjuni í Lítluvík í Havn.
Tað er 24 ára gamli Harry Knudsen úr Runavík, ið sýnir fram 16 oljumálningar. Myndevnini eru landsløg og okkurt bygdarlag.
Hetta er fyrstu ferð, Harry sýnir fram, tí hann hevur ikki málað so longi. Hann er tó glaður fyri sítt frítíðarítriv.Við framsýningini ger hann eina roynd at vita, hvat fólk halda um málningarnar, og um vert er at halda fram við penslinum.
Eftir summarfrítiðina skal Harry til Danmarkar í skúla, men hann vónar at fáa stundir at halda fram við listini og at menna hesa framyvir.
Opið er í Smiðjuni frá 1. maj til 4. maj frá klokkan 16 til 20.