Sunnvør í Kongsstovu, 13 ár:
- Eg havi havt mína fartelefon í eitt sindur meira enn eitt ár. Eg fekk fyrst eina frá beiggja mínum, men eg seldi hana og keypti hesa ístaðin. Hetta er ein Nokia telefon.
Eg havi Tele-tíðarhald, sum eg gjaldi sjálv. Eg brúki hana kanska mest til sms boð, men onkuntíð ringi eg eisini. Fartelefon er sera góð at hava, og tí vildi eg hava eina.
Rannvá Isaksen, 14 ár:
- Tað er okkurt um eitt og eitt hálvt ár síðani, eg fekk mína Nokia fartelefon frá babba. Eg brúki umleið 100 krónur um mánaðin, og tað er babba, sum rindar Teletíðarkortini.
Eg ynskti mær fartelefon, tí at so kunnu øll, sum vilja, fáa fatur í mær.
Hans Jákup Heinesen, 14 ár:
- Eg fekk ta fyrstu telefonina frá mammu, men hon er brotin. Hesa Nokia telefonina havi eg so fingið frá babba. Tað er okkurt um eitt til hálvtannað ár síðani, veit ikki ordiliga. Vit hava kiosk sjálvi, so man kann kanska siga, at eg fái kortini, men eg brúki ikki nógv. Umleið 150 til 200 krónur um mánaðin.
Babba keypti telefonina til mín, so at tey kunna fáa fatur á mær, serliga um kvøldarnar, tí vit búgva á Viðareiði, og so er tað gott, tá eg eri í Klaksvík. Eg haldi, at eg brúki telefonina meira til sms enn at ringja við.
Karstin Justesen, 15 ár:
Eg keypti mær sjálvur ein Siemens telefon, men eg býtti um við mammu, tí hon hevði Nokia. Nokia telefonir egna seg betur til at senda eitt nú myndasms við, so tað var nokk tí. Eg brúki hana sera lítið, okkurt um 100 krónur um mánaðin, og eg gjaldi sjálvur sum oftast. Eg sms-i ikki so nógv, ringi faktiskt meira, men tað er so lítið, kortini.
Eg fekk mær telefon, tí øll onnur hava fartelefon, og so eisini fyri at mamma og tey skulu kunna fáa fatur í mær.