Ung sum longst

Tubbak, uv-strálur og sukur gera, at húðin eldist skjótari enn neyðugt. Húðterapeutur, húðlækni og yvirlækni geva tær góð ráð, um tú ætlar tær at halda teg unga leingi. Tá tú eldist, missir húðin eitt sindur av sínum náttúrliga feitti. Húðin gerst minni elastisk og meiri rukkut.

Men sambært húðterapeutinum, Monicu Hirth, sum starvast á húðklinikkini, Harmoni í Voss í Noregi, er tað serliga sleiking av sól, sum er týdningarmesta orsøkin til, at húðin gerst rukkut.

Hon sigur, at tað er eisini sólin sum ger, at tú fært pigmentflekkur. Tí mælir hon til at brúka krem við sólverju alt árið og serliga, tá fólk fara út í sterkt sólarljós.

- Daglig reinsan av húðini við røttu vørunum er eisini við til at bremsa elding, sigur Monica Hirth.

Norski húðlæknin, Bjørn Bondevik, sigur, at ov nógv sukur eisini kann elva til, at húðin eldist skjótari enn neyðugt.

- Tá tú etir søtt, veksur niðurbrótingin av bindivevnaðinum í húðini, sigur hann.

Bjørn Bondevik leggur aftrat, at sukur førir til, at týdningarmestu kyknurnar í bindivevnaðinum, elastin og kollagen, klistrast saman, soleiðis at bindivevnaðurin gerst tynri.

Norski yvirlæknin, Susanne Kroon, sum arbeiðir við húð á universitetssjúkrahúsinum í Stavanger, sigur, at royking, uv-stálur og ílegur við 100% vissu ávirka elding av húðini.