Komandi vikurnar fara ungdómar at seta sín dám á Tórshavnar kommunu við penslum, hakum og øðrum amboðum.
Mánamorgunin fara 204 unglingar til arbeiðis í kommununi, nú Ung í arbeiði aftur er á skrá. Nøkur fara út á stovnar, onnur fara út við bólkaleiðarum til ymisk arbeiði.
So við og við fara teirra avrik at síggjast aftur kring kommununa. Ung í arbeiði borgar altíð fyri reinum, ruddiligum og vøkrum økjum í Tórshavnar kommunu.
Ung í arbeiði bjóðar á hvørjum ári ungdómi í Tórshavnar kommunu arbeiði í summarfrítíðini. Tilboðið er galdandi fyri ung millum 14 og 16 ár. Tey sleppa til arbeiðis í tvær vikur hvør. Arbeiðstíðin er átta tímar um dagin, fimm dagar um vikuna. Møtt verður klokkan 08.00 á morgni, og klokkan 16.00 seinnapartin er arbeiðsdagurin komin at enda.
Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi. Ungdómurin lúkar, sópar gøtur, málar, ruddar og fær annars ymiskt annað fyrifallandi arbeiði av skafti. Ofta verður arbeiðið gjørt eftir ráðum frá borgarum, sum síggja eitthvørt, ið krevur eina bøtandi hond.
Tí ber eisini til hjá øllum borgarum at koma við arbeiðsuppskotum.