Ung verja privatlívið á netinum

– Heimsfarsóttin hevur havt við sær størri tilvit um talgildar vanar, sigur Tuva Beyer Broch, fólkalívsfrøðingur. Hon hevur tað seinasta árið fylgt einum bólki av kvinnum í aldrinum 19 til 25 ár.

 

Hetta skrivar Skúlablaið á síni heimasíðu við forskning.no sum keldu.

 

Talgildir pallar og sosialir miðlar eru fyri langari tíð síðan vorðnir partur av gerandislívinum. Ungfólk eru uppfinnarar, og tey eru mangan eisini tey, sum fyrst taka nýggjar miðlar í nýtslu. Men hvat merkir tað fyri sosiala lívið og samleikan hjá ungum kvinnum, at ymiskt privat úr lívi teirra verður lagt út á Facebook, Snapchat ella Instagram? Og hvat vilja tær í grundini leggja út á netið, og til hvønn?

 

Tuva Beyer Broch er granskari við Sosialantropologisk institutt á Universitetinum í Oslo og við Norsk institutt fyri nátturugransking. Hon er við í granskingarverkætlanini Privatlivets grenser, sum hevur fingið stuðul frá norska granskingarráðnum. Tey kanna, hvussu snildtelefonir og talgildur útbúnaður ávirka gerandislívið.

 

– Eg fann skjótt út av, at luttakararnir í kanningini vóru talgild á ein heilt annan hátt enn eg helt frammanundan. Nógv eru rættiliga ósjónlig. Øll eru á Facebook, Instagram og Snapchat, men tað er sjáldan, at tey leggja nakað út ella gera seg sjónlig á annan hátt. Tey flestu brúka mestu tíðina til bara at skrolla, sigur Beyer Broch.

 

Hon sigur frá, at samvera ígjøgnum netið í høvuðsheitum gongur fyri seg á kjatti ella í avtalaðum talgildum fundum, í afturlatnum bólkum og á privatum forumum.

 

– Tað tók eitt sindur av tíð, men nú eri eg við í fleiri afturlatnum bólkum, fyrst og fremst á Instagram og Snapchat. At sleppa at vera við í privatum forumum kennist á einum hátt sum at stíga inn um dyrnar í sovikamarinum hjá fólki. Hesi forumini eru heilt øðrvísi enn almennu rúmini, har fólk leggja seg eftir at vísa seg fram frá síni bestu síðu, sigur Beyer Broch, sum eitt nú er upptikin av, hvussu snildfonir verða brúktar og nær, skrivar skulabladid.fo, og greinin kann lesast har í fullari longd.