Unga Tjóðveldi bjóðar til fólkafund ólavsøkudag

Árligi fólkafundurin á Doktaragrund ólavsøkudag, er í ár merktur av at løgtingsval er fyri durum.

Sum siðvenja er, so skipar Unga Tjóðveldi fyri fólkafundi á Doktaragrund ólavsøkudag. Í ár ber fundurin serliga dám av, at val er í heyst. Øll tey, ið flyta fram røður, eru valevnir til komandi løgtingsval, umframt at eitt valevni stendur fyri tónleikinum.


Í ár bera Kristina Clementsen og Tór Marni Weihe, sum bæði eru løgtingsvalevni fyri Unga Tjóðveldið, fram røður. Magni Arge, ið er næstvaldur fyri Tjóðveldi á fólkatingið, og hevur sagt, at hann væntandi verður á vallistanum í heyst, ber eisini fram røðu. Carl Jóhan Jensen, rithøvundur, ber fram síni eyðkendu skjaldur. Umframt hetta spæla Lisa í Dali og Petur Háberg nøkur løg. Endað verður við tjóðsanginum.


Fundurin er ólavsøkudag, 29. juli. Hann byrjar kl. 19 og varðar í ein góðan tíma. Fundurin verður hildin á Doktaragrund úti á Reyni.