Unga Tjóðveldið skipar fyri stórum mentanartiltaki

Fríggjadagin 24. oktober skipar Unga Tjóðveldið fyri stórum mentanartiltaki í Perluni í Tórshavn

Fríggjadagin 24. oktober skipar Unga Tjóðveldið fyri stórum mentanartiltaki í Perluni í Tórshavn. Á skránni vera myndaframsýning, tónleikur, yrkingaupplestur og røða.

Dyrnar lata upp kl. 20 og fyrsti bólkurin fer á pall kl. 20:30. Tað er bólkurin Ranchus, ið letur veistluna upp við sínum ”rokk og rull” tónleiki.

 

Síðani lesur Kristina Clementsen yrkingar upp. Hon hevur áður lisið yrking upp til 1. maidagshald, ið Unga Tjóðveldið og Sosialistisk Ung skipaðu fyri og er annars kend frá sínum internetbloggi.

 

Eftir yrkingarnar fer fólkakæra Guðrið Hansdóttir á pall og spælir nøkur løg.

Guðrið Hansdóttir gav út nýggja fløgu fyri kortum, og er hon júst afturkomin úr Russlandi, eftir at hava framført í m.a. Sibiria og Finnlandi.

 

Síðani heldur Tór Marni Weihe, landsnevndarlimur hjá Unga Tjóðveldið, røðu um mentan og stóra týdning hennara í tjóðarbyggingini.

 

Eftir røðuna fer Punjab, ið er mannaður av seks ungum monnum, á pall. Teir spæla blues-inspireraðan alternativan funk-rokk, siga teir sjálvir, og eru teir sera væl dámdir og kendir fyri teirra lívligu framførslur. Teir hava m.a. luttikið á Voxbotn og Tórsfest.

 

Seinasti bólkurin, ið trínur fram á pall er eingin minni enn 200! 200 eru kendir fyri sín samfelagsatfinnandi punk/rokk tónleik og teirra grefliga kjaftaslit! Navnið 200 er valt, tí at limirnir í bólkinum eru 200% fyri loysing, og Unga Tjóðveldið skipaði í 2012, saman við 200, fyri stórari konsertferð kring landið alt undir heitinum ”Vendetta”.

 

Mentanartiltakið er púra ókeypis og Unga Tjóðveldið býður øllum vælkomnum í Perluna fríggjadagin 24. oktober! Øl og cider fáast til keyps til tiltakið.