info
Ongi úrslit

Ungar kvinnur HAVA eina framtíð í politikki

Gunnvá Winther
11. januar 2022 kl. 11:48

Nú nýtt landsstýri er skipað, er neyðugt at seta spurningin, hvat unga ættarliðið nú verður noytt at síggja upp til. Eg eri sjálv 16 ár, altso ein partur av komandi ættarliði. Hóast stóran áhuga í politikki, havi eg hvørki rætt at atkvøða ella stilla upp enn. Politisk ávirkan er sostatt ikki nakað, sum hevur ligið í mínum hondum fyrr. Nú eg síggi hvussu landsstýrið er mannað, kundi eg saktans hildið, at tað ikki ber til hjá ungari kvinnu at fáa politiska ávirkan, og tað kunnu vit ikki góðtaka. Vit kunnu ikki lata landsstýrið ræna vónina um eina politiska framtíð frá okkum gentum.

Eg eri tó so heppin, at bara síðsta valskeið havi eg sæð eitt landsstýri við javnstøðu, so eg veit betur enn tað. Eisini tí, at bert eitt annað “slipsalandsstýri” hevur verið til, meðan eg havi verið á lívið. Hetta var landsstýrið hjá ABC-samgonguni, sum endaði eina góða viku áðrenn eg fylti trý, so eisini nøkur ár áðrenn eg minnist at sleppa við foreldrunum á val, har eg fekk niður í meg, at man saktans kann velja kvinnur. Eg havi ongantíð lært, at slips eru dresscode í landsstýrinum. Kortini eru tað nokk ikki øll, sum eru so heppin, t.d. tey, sum ikki hava givið sær far um politikk fyrr enn nú, ella áðrenn hetta landsstýrið endar.

Skjótt kann man argumentera fyri, at eitt ráðharrastarv ikki verður røkt betur ella verri, um tað er ein kvinna ella ein maður, sum situr í tí. Kortini útstrálar tað nakað, um ongin kvinna er; bæði til ungdómin og kvinnur, men sanniliga eisini til umhemin, sum nú kann bólka okkum við londum sum Saudi Arabia, Norðurkorea og Afghanistan, tí helvtin av íbúgvunum í Føroyum nú ikki eru umboðaðar í stjórnini.

Týdningarmikli parturin er ikki, um eg nakrantíð fái møguleikan at røkja eitt politiskt álitisstarv. Týdningarmikli parturin er, at eg skal ikki missa vónina um, at tað er ein møguleiki, bara tí eg eri ein genta.

Allir flokkarnir hava kvinnuligar limir at velja burturúr, hóast allir ikki hava teir á tingi. Eg vildi hildið, at kynskvotur ikki áttu at verið neyðugar í 2022, men um flokkarnir ikki natúrligani taka atlit til javnstøðu, kann tað gerast neyðugt, og tað er sanniliga ikki nakað at reypa av.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Filmsøguligur dýr­grip­ur funn­in í gomlu húsu­num hjá Peter Mohr Dam

22 minuttir síðan
Tíðindi

FAKTA: Deyð­ans keyp­maður stovn­aði friðar­heiðurs­løn Nobels

1 tími síðan
Tíðindi

Russiska svarið upp á Google rakt av dronuálopi

1 tími síðan
Tíðindi

Bygdarráðið í Vestmanna skal umskipast

1 tími síðan
Tíðindi

Frá apartheid til friðar­heiðurs­løn Nobels

2 tímar síðan
Tíðindi

Navi Pillay fær friðarheiðursløn Nobels

2 tímar síðan
Tíðindi

Formula vinnur enn eitt útboð – hesaferð um KT-útgerð

2 tímar síðan
Tíðindi

BEINLEIÐIS: Spenningur um Nobel friðarheiðurslønina

2 tímar síðan
Tíðindi

Skaðin á bilin var ikki so stórur sum hildið

3 tímar síðan
Tíðindi

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

3 tímar síðan
Hondbóltur

Rakul Wardum og liðfelagarnir taptu sætta dystin á rað

4 tímar síðan
Tíðindi

Atlantic Airways kosið besta leiguflogfelag í Danmark

4 tímar síðan