Ungarar senda B36 í finaluna

Ungararnir í B36, Karoly Potemkin og Tamás Nagy, fingu høvuðsleiklutin, tá venjaratoymið hjá árstalsfelagnum sendi sítt gamla felag út í myrkrið. HB megnaði ongantíð at hótta leiðsluna hjá teimum hvítu, sum vunnu seg uppiborið í finaluna í steypakappingini

Fótbóltur

 

- Fyri løtu síðan skuldi hann sendast heim, men nú hevur hann sent tykkum í himmiríkið!

Seinni hálvleikur er sjey minuttir gamalur og mitt í sigursrúsinum rópar ein kona eftir fjepparafelagnum hjá B36. Undan steðginum vóru fáir møguleikar, men serliga ilskaðu tey í B36-húsinum um Karoly Potemkin, sum tvær ferðir bíðaði ov leingi, tá hann hevði møguleikan at leggja hvítu havnarmenninar á odda. Ungarski framherjin hevur misnýtt fleiri upplagdar málmøguleikar í hesum kappingarárinum, og nú vóru tey í árstalsfelagnum um at missa tolið. Hanus Thorleifsson hevur bóltin á egnari hálvu, og við langari sending finnur hann Potemkin. Framherjin hevur beina kós móti málinum, og Hans á Lag og Pætur Jørgensen royna at øllum alva at renna ungaran aftur. Einsamallur við Trónda Vatnhamar svíkjur hann ikki – hann sendir til høgru hjá málverjanum, og B36-húsið á gosið.

Sanniliga broytist skjótt í fótbólti. Nógv skeldaði Karoly Potemkin og ágrýtni Tamás Nagy fingu høvuðsleiklutin í sigrinum í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini móti HB í gjár. Nýggja venjaratoymið í B36, Heðin Askham og Kári Nielsen, sendu sítt gamla felag út í myrkrið, meðan HB framvegis tykjast hava ilt við at fóta sær.

 

Lítið at bjóða

Merkisvert var, at Rúni Nolsøe, venjari hjá HB, hevði skift báðar vongverjarnar frá seinasta dysti. Pætur Jørgensen og Rasmus Nolsøe røkti plássini hesaferð, men tað hevur neyvan verið fyri framrættaða spælið. Hesir stuðlaðu sjáldan tannleysu HB-framherjunum, og bara einu ferðina sendu hesir inn í feltið úr síðunum. Men tað sum ikki riggaði frammi á vøllinum, tað syrgdu verjuleikararnir fyri. Serliga hevði Fróði Benjaminsen sera gott tak á Karoly Potemkin í stórum løtum av dystinum. Fyrrverandi B36-leikarin vann flestu nærdystirnar við ungaran.

Benjaminsen stóð eisini fyri naskastu royndini hjá teimum reyðu og svørtu longu eftir fýra minuttum. Eftir hornaspark fekk landsliðsleikarin tánna á bóltin, og í bleytum boga lyfti hann upp um Meinhardt Joensen. Bólturin tók í tvørtræið og aftur í spæl, har Hans á Lag skallaði framvið.

Leikararnir hugsaðu í stóran mun um týdningin handan dystin í fyrra umfarinum. Tað sást væl og virðiliga á avrikinum, har fleiri mistøk vóru. Serliga hevði miðvøllurin hjá B36 ofta hug at tveita bóltin burtur, tó uttan at tað kostaði. Fimti hálvleikur upp í slag millum grannarnar endaði málleysur.

 

B36 í finaluna

HB var leikliga omaná undan steðginum, men lítið spurdist burturúr. Á vonginum høvdu Jákup á Borg og Rógvi Poulsen tað trupult, og hesin seinni nevndi var útskiftur tíðliga í seinna hálvleiki, tá Páll Mohr Joensen loysti hann av. Hesin fekk tó lítið gjørt við, at Potemkin legði B36 á odda. Løgið er at tosa um týðandi útivallarmál, tá grannarnir í høvuðsstaðnum hittast, men soleiðis var í Gundadali. HB noyddist nú at fáa tvey mál, um finalupláss skuldi gerast veruleiki.

Tamás Nagy var millum mest eyðsýndu á B36-liðnum í gjár. Fleiri ferðir royndi hann at hótta verjuna hjá HB, og ofta høvdu teir trupult at fáa bóltin av honum. Tamás Nagy sendi eisini árstalsfelagið eitt stórt fet nærri finaluni, tá hann á tímanum sendi í málhornið. Einans 17 ára gamli Róaldur Jacobsen slapp frá Rasmusi Nolsøe í høgru, áðrenn hann legði bóltin fyri føturnir á ungaranum, sum ikki ivaðist.

Men júst sum HB var í kjallarnum, so byrgtist ein vón. Miðskeiðis í seinna umfarinum endaði bólturin óskiljandi á arminum á Klæmint Matras, og Petur Reinert, dómari, peikaði á brotssparksblettin. Óneyðugt og tápuligt av miðvallarnum. Andrew av Fløtum sendi trygt í netið, og lítil spenningur aftur í dystinum.

HB skuldi skjóta tvey mál aftrat, og Rúni Nolsøe spenti av álvara álopsbogan seinastu løtuna. Fróði Benjaminsen var fluttur úr verjuni og í álopið, men vandamiklir vóru teir reyðu og svørtu sjáldan. HB hótti ongantíð leiðsluna hjá B36, sum gjørdi lítið burtur úr seinastu minuttirnar.

Potemkin og Nagy syrgdu við hvør sínum máli, at B36 koppaði grannunum fyri norðan, og eru í steypafinaluni. Sigursvanda HB kann nú hugsa um komandi uppgávurnar, sum bíða í landskappingini og í altjóða høpi. Lítil broddur er í spælinum hjá teimum í løtuni, har serliga landsliðsleikararnir gera ov lítið um seg. B36 vann uppiborið, og eru til reiðar til steypafinaluna tann 15. juni á ovara vølli í Gundadali.