Ungarn var ov stórur biti

Hondbóltur U-20 menn: Eftir stórtap ímóti Ungarn halda Føroyar nú fram í B-bólkinum, har Noreg og Pólland vera mótstøðulondini

Føroyski leikluturin í A – bólkinum í EM endaspælinum fyri U-20 menn í Porto í Portugal er av á hesum sinni. Í dag spældu Føroyar ímóti Ungarn, sum vísti seg at vera øgiliga stórur biti. Serliga var tað í fyrra hálvleiki, at tað ikki gekk eftir vild. Hálvleiksstøðan var 19 – 8, og úrslitið var 40 – 21. Nú skulu Føroyar spæla í B – bólkinum. Tað verður ímóti Noregi og Póllandi. Fyrri dysturin verður týsdagin og tann seinni mikudagin. Seinni í dag verður tað greitt, hvat mótstøðuliðið verður týsdagin og mikudagin.

 

Fyrstu løtuna í dag bendi einki á, at talan fór at verða um stórt skrædl. Men frá tí, at støðan var 4 – 4, var tað øgiliga langt millum føroysku málini. Føroyar royndu seg í løtum við sjey ímóti seks, men tað riggaði ikki, og mótstøðumenninir vóru skjótir at gera sær dælt av støðuni. Avrikið var væl lakari, enn tað hevur verið í tveimum teimum fyrru dystunum, og tað var stórur saknur, at Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki var við.

 

Ungverjarnir høvdu lisið væl uppá og vóru harvið fyrireikaðir, nú teir høvdu sæð Føroyar vinna ímóti Danmark við einum máli og tapa við einum máli ímóti Slovenia. Mótstøðumenninir vóru stórir og sterkir og torførir at halda burtur frá møguleikum.

 

Í seinna hálvleiki gekk tað frægari hjá føroyska liðnum, sum vísti seg at vera væl fyri í úthaldni, hóast hetta var triði dysturin síðani hósdagin. Tað sá leingi út til, at málmunurin í seinna hálvleiki fór at verða lítil og eingin, men í heilt nógvum góðum støðum sendu føroyingarnir bóltin í stólpan, og so bjargaði ungverski málverjin sera væl.

 

Í seinna hálvleiki vóru fleiri av teimum, sum ikki hava verið so nógv við í teimum báðu fyrru dystunum, á vøllinum, og 18 ára gamli Rói Ellefsen á Skipagøtu var sera eyðsýndur og toppskjútti við fimm málum og kosin at vera besti føroyski spælarin.

 

-

 

Ungarn – Føroyar 40 – 21 (19 – 8)

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu 5

 

Bjarni í Swelvindi 4

 

Óli Mittún 3

 

Hákun West av Teigum 3

 

Pauli Mittún 2

 

Janus Dam Djurhuus 1

 

Hanus Arason 1

 

Sakir Tróndarson Frýdal 1

 

Viktor Gaini 1

 

Baldur Gillason

 

Bogi Hansen

 

Sveinur Olafsson

 

Ovi Lützen

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu

 

Málverjar

 

Pauli Jacobsen

 

Alexandar Lacok

 

Venjarar

 

Mark Lausen Marcher og Julian Johansen

 

Aðrir á beinkinum

 

Jens á Skipagøtu og Ári Jógvansson Olsen