Ungarskir trillingar

Teir bilarnir sum vit kenna sum tvíburarnar Suzuki Wagon R og Opel Agila verða skjótt avloystir av heilt nýggjum bilum sum verða framleiddir í Ungarn. Í Bretlandi skulu teir marknaðarførast sum Vauxhall Agila

Tað verður alt meira vanligt at fleiri eins bilar verða framleiddir á somu verksmiðju, men við hvør sínum identiteti. Á sama hátt sum vit hava sæð tað við Toyota Aygo, Citroen C1 og Peugeot 107, sum verða bygdir á somu verksmiðju í Kekkia.


Nú skulu tríggir eins bilar framleiðast á eini felags verksmiðju í Ungarn, talan verður um Suzuki Splash, Opel Agila og Vauxhall Agila.


Eftir at Suzuki Wagon R hevði verið á marknaðinum í nøkur ár kom Opel Agila fyri sjey árum síðan. Agila var sami bilur sum Wagon R. Báðir vórðu teir gjørdir á somu verksmiðju í Pólandi. Hesir vórðu eisini gjørdir í eini Vauxhall útgávu.


Nú koma so avloysararnir fyri hesar bilar, sum verða bygdir eftir einum heilt øðrum konsepti. Hesir verða bygdir yvir ein Suzuki Swift plattform og verða framleiddir á eini Suzuki verksmiðju í Ungarn. Talan er faktiskt um lutfalsliga rúmligar bilar í mun til støddina. Viðvíkandi trygdini fáast teir t.d. við seks airbag og ESP.


Bilarnir koma at fáast við tveimum benzinmotorum: 1,0 litur við 65 hk og 1,2 litur við 86 hk, umframt einum 1,3 litur common rail dieselmotori við 75 hk og partikulfiltri. Teir verða í umleið somu stødd sum Suzuki Swift (longd 374 cm) og við 15” hjólum sum standard.


Bilarnir verða sýndir fram á altjóða bilaframsýningini í Frankfurt i september 2007 og koma á marknaðin nakað eftir tað. Í Bretlandi verður Opel Agila marknaðarførdur sum Vauxhall Agila.