Ungdómsdiskotek

Tíðindaskriv

 

Virkishúsið fyri børn og ung, Margarinfabrikkkin, hevur sum fastan tátt at skipa fyri livandi tónleiki og diskoteki fyri børn og ung. Líka vikur er barnadiskotek, meðan ólika vikur er ungdómsdiskotek ella konsert.

Í kvøld verður so skipað fyri ungdómsdiskoteki fyri ung frá 13 árum og uppeftir.

Fyri at fáa tey ungu at møta fyrr upp, verður sokallað "Happy Hour" millum klokkan 21 og 22. Hetta merkir, at tey sleppa inn fyri hálvan prís. Tað vil siga 15 krónur fyri limir og 20 krónur fyri ikki limir.

Hetta er ein roynd at skipa fyri tiltøkum fyri børn og ung í tryggum umstøðum, tí eitt aðalmál hjá Margarinfabrikkin eri, at tað skal vera rúsfrítt umhvørvi har børn og ung kunnu koma í frítíðini. Tað er eisini galdandi fyri dans og tónleikalívið.

Margarinfabrikkin hevur javnan verið karmur um konsertir við nýggjum bólkum, og hava hesi havt góða undirtøku.