Ungdómsfótbólturin skipast í nýggjar aldursbólkar

(Rás2) Hoyr formannin í kappingarnevndini hjá FSF, Róin Schrøter greiða frá nýggju aldursbólkunum

Seinnu árini hava vit kent ungdómsfótbóltin best frá teimum líka árgangunum, U10, U12, U14 o.s.fr.

 

Komandi kappingarár skal ungdómsfótbólturin skipast í árgangir sum U11, U13, U15, U17 o.s.fr.

 

Árgangarnir verða sostatt meinlíkir landsliðsárgangunum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við formannin í kappingarnevndini hjá FSF, Róin Schrøter, sum eisini er varaforseti í FSF. Samrøðan var í sendingini Fótbóltspanelið á Rás2 seinnapartin. 

 

Í samrøðuni kom Róin Schrøter inn á hvussu ungdómsfótbólturin verður skipaður framyvir. Nomið var eisini við hví so nógvir ungir spælarar fella frá tá teir gerast 16-17 ára gamlir.