Í september varð tikið stig til stovnan av ungdómskóri í Gøtu kirkju. Tað er urguspælarin í Gøtu kirkju, Símun Hammer, sum stjórnar og er stigtakari til kórið.
Málbólkurin er gentur og dreingir í aldrinum 14 til umleið 26 ár. Kórið venur hvørt mikukvøld kl. 19 í Gøtu kirkju.
Ætlanin er, at kórið verður partur av kirkjulívinum í Gøtu kirkju, men kórið skal hava ein nokkso breiðan profil, soleiðis at flest møgulig kenna seg heima í kórinum.
Talan er ikki um eitt gospelkór, men heldur ikki eitt beinleiðis klassiskt kirkjukór, so ætlanin er, at sangstílurin skal liggja onkustaðni har ímillum.
Sjálvt um kórið er heimahoyrandi í Gøtu kirkju, er tað opið fyri ungdómi aðrastaðni frá eisini. Av tí at hetta er einasta ungdómskórið í fólkakirkjuni í Eysturoynni i løtuni, vónar kórleiðarin, at ung aðrastaðni frá eisini koma at syngja við.
Tað er ikki neyðugt at duga nótar frammanundan fyri at verða við í kórinum. Eftir tríggjar venjingar, hava 18 ungdómar valt at vera við í kórinum, men enn er pláss fyri nøkrum afturat.