TÍÐINDASKRIV
Borðtennisleikararnir leggja til brots leygarmorgunin kl. 10.00 við opnari kapping, har fleiri enn 60 leikarar taka lut. Leikararnir fara at kappast í bæði einmansleiki og tvímansleiki, og tríggir teir bestu leikararnir í hvørjari deild fáa heiðurmerkir.
Sunnudagin verða so sjálvir landsdystirnar millum ungdómslandsliðini hjá Føroyum og Íslandi. Landsliðini, sum fara at taka lut, eru U-18, U-15 og U-13 hjá bæði dreingjum og gentum.
Um hetta mundi síðsta ár vóru føroysk ungdómslandslið í Íslandi til eina líknandi kapping, og her sóu vit, at føroysku borðtennisleikararnir eru á á leið sama støði, sum teir íslendsku, og tí bleiv avtala gjørd millum londini at skiftast um at skipa fyri slíkum kappingum.
Síðstu tvey árini hevur føroyskt borðtennis verið í stórari menning eftir nøkur sløk ár. Talið á leikarum er byrja at vaksa aftur, samstundis sum talið á feløgum nú er komið upp á seks, eftir at tað í fleiri ár bert hava verið tvey feløg í landinum.
Úrslitini í atjóða kappingum hava eisini víst, at framgongdin er eyðsýnd. Tað er tó eingin ivi um, at frálíka úrslitið á oyggjaleikunum í Hetlandi hevur verið við til at økt um áhugan fyri føroyskum borðtennis, ikki bert millum leikararnar, men eisini millum fjølmiðlarnar.
Borðtenissambandið setti fyri nøkrum árum síðani landsliðsvenjara, sum støðugt hevur arbeitt við menningini av teimum føroysku leikarunum, umframt at ferðast verður til hópin av altjóða kappingum uttanlanda.
Vónandi fer kappingin í vikuskiftinum at prógva, at føroyskt borðtennis framyvir fer at megna at kappast við aðrar borðtennistjóðir á jøvnum føti.