Ungdómsstevna í Klaksvík

Heima Missións Ungdómur setir í heystfrítíðini øllum ungdómum stevnu í Klaksvík, har bíbliuundirvísing og tónleikur fara at seta sín dám á stevnuna

Nógv ymiskt verður á skránni, teir dagarnar stevnan verður. Umframt bíbliutímar verður eisini nógvur tónleikur at hoyra. Tíggju ymiskir bólkar fara at spæla og syngja á stevnuni. Nevnast kann Vox, sum var við á Gospelfestivalinum í Norðurlandahúsinum í fjør.

Trúðboðarar hjá Heimamissiónini fara at hava bíbliuundirvísingina. Til ber hjá luttakarunum at velja seg inn á teir tímarnar, sum síggja mest áhugaverdir út.

Umframt vanligu undirvísingina verður eisini serlig undirvísing fyri gentur og dreingir. Í "Gentukrókinum" verður tosað um ymisk evni, sum eru viðkomandi fyri gentur. Um gleði og ótta, kenslir og sjálvsvirðing. Hesin tími er bara ætlaður gentum, og tí hava dreingir og foreldur onga atgongd. Á sama hátt verður eisini ein áhugatími fyri dreingir, sum kallast "Dreingjahornið". Umframt alt hetta verða eisini nógv frítíðartiltøk á skránni.

Nógv hava longu teknað seg, og tí ræður um at bera skjótt at fyri at fáa pláss á teimum tímunum, sum hava størst áhuga. Eini 100 hava longu boðað frá luttøku.

Heima Missións Ungdómur skipaði fyri líknandi tiltaki fyri tveimum árum síðani, og tá vóru 350 ungdómar savnaðir á Giljanesi.

HMU hevur roynt at kunna um tiltakið á ymiskan hátt, og í løtuni ferðast Jan E. Petersen, sum er nýggjur hjálpartrúboðari, runt til allar skúlar í landinum við faldarum.

Landsungdómsstevnan, sum vanliga er nevnd LUS, er fyri øll ung úr 7. flokki og uppeftir.