Ungdómsting aftur í 2008

Formansskapurin í Løgtinginum hevur gjørt av, at Ungdómsting aftur skal vera á skránni í februar í 2008, og løgtingsformaðurin hevur í vikuni boðið næmingum í framhaldsdeildunum kring landið við Ungdómsting var seinast á skránni í februar 2006. Tá luttóku tveir skúlar við tilsamans fýra flokkum á Ungdómstinginum, og hetta heldur øðrvísi tiltakið vísti seg at rigga rættiliga væl.

Nú hevur formansskapurin hjá Løgtinginum so gjørt av, at Ungdómsting aftur skal vera á skránni í februar 2008. Løgtingsformaðurin hevur í vikuni boðið næmingum í 8., 9. og 10. flokkunum kring landið við til tingið, sum verður tann 11. og 12. februar.

Her sleppa næmingarnir sjálvir at seta dagsskránna í tinginum, og teir skifta orð um tey ting, sum teir meta vera neyðug og týdningarmikil.

Hetta er bert aðru ferð, at Ungdómsting er á skránni. Seinast viðgjørdu ungdómstingfólkini níggju lógaruppskot, sum snúðu seg um m.a. ferðslu, skúlaviðurskifti og rúsdrekka.

Eitt av uppskotunum, sum Ungdómstingið í 2006 samtykti, er síðani blivið samtykt í Løgtinginum. Hetta er uppskotið um at avtaka rættin hjá foreldrum at sláa børnini.