Ungdómsvenjari hjá HB ávarar um pedofili

- Nú verða foreldur, sum hava børn í HB ávarað.

Ein ungdómsvenjari hjá HB ávarar nú um, at umstøðurnar hjá børnum og ungum í HB ikki eru nóg tryggar.

 

 

- Tað, sum ikki mátti henda, er nú hent, skrivar Pætur Niclasen, ungdómsvenjari.  

 

Hann sigur, at ein maður er meldaður fyri at hava gjørt seg inn á ein drong, sum venur við ungdómsliðið hjá HB.

 

- Tá tey ungu eru ið Gundadali, hevur HB ábyrd av teimum, og hesa ábyrd hava vit ikki tikið í nóg stórari álvara. Tíverri, sigur Pætur Niclasen.

 

Hetta skrivar hann á Facebook bólkum hjá ungdómsliðum og venjarum hjá HB.

 

 

- Eg skal umbera yvirfyri foreldrunum hjá hesum drongi, at vit hava svikið okkara ábyrd at hava tryggar karmar um børnini, tá tey eru í HB húsinum, sigur Pætur Niclasen.

 

 

Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur váttar, at løgreglan í løtuni kannar ein mann fyri at hava gjørt seg inn á ein drong.

 

 

- Eg kann ikki siga nakað um hesa ítøkiligu støðuna, men eg kann vátta, at løgreglan í løtuni kannar eitt mál um siðamisbrot, sigur Jón Klen Olsen. 

 

 

MYND: tilvildarlig