Ungdómsverkætlan skotin í gongd

Tað var formaðurin í Mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð, Jógvan Arge, sum alment setti nýggju verkætlanina í gongd í gjár. Stovnurin skiftir samstundis navn frá Dagstovnurin Látrið til Barna- og Ungdómshúsið Lártið

Tíðin hevur ikki verið drúgv at fyrireika nýggju pilotverkætlanina í Nólsoy, men kortini er stovnurin Látrið til reiðar, nú stovnurin alment varð latin upp í gjár.

Politikarar og embætisfólk frá býráðnum høvdu leitað sær um fjørðin at verða við í hátíðarhaldinum, har Jógvan Arge, formaður í Mentanarnevndini hjá býráðnum, lat stovnin upp.

Í dag byrjaði so arbeiðsdagurin hjá teimum fimm starvsfólkunum, sum frameftir skulu vera um børn og ungdóm.

Tað eru bert tríggir mánaðir síðani, at býráðið samtykti at seta hesa verkætlanina í verk, og hetta er fyrsta verkætlan, har ein stovnur umfatar børn heilt frá 0 árum upp til 18.

- Tað nýggja ungdómstilboðið vendir sær til tey níggju børnini frá 4. til 7. flokk, sum verða boðin higar at vera hvønn gerandisdag frá klokkan 15 til 18, meðan teimum ungu frá 14 upp til 18 ár stendur í boði at vera her frá klokkan 19 til 22 somu dagar. Og stundum verða tey kanska eisini saman, tá tað hóskar best, segði Jógvan Arge.

 

Valdu Nólsoy

Hann vísti ár, at fyrimyndin er Margarinfabrikkin í Havn. Ungdómshúsið, hagar ungdómar tysja til tess at vera við í viðkomandi virksemi og tiltøkum teimum til frama.

- Nólsoyingar hava eisini snoddað nakað til tey tilboðini, men tað er og verður uttanhandað hjá børnum og ungum at noyðast við Rituni um nólsoyarfjørð í øllum veðri at fáa lut í tilboðunum, segði Jógvan Arge.

Tað var eitt samt býráð, sum at enda tók undir við verkætlanini, hóast eitt líknandi uppskot um barna- og ungdómshús í Hoyvík fall. Verkætlanin í Nólsoy verður tí ein royndarverkætlan, sum royndir skulu heystast frá til framtíðar verkætlanir. Og tað er kanska ikki heilt av tilvild, at Nólsoy varð vald til hesa verkætlan.

- Er tað nakar, ið verjir Havnina, so er tað hendan vakra oyggin, sum er tað fyrsta vit hyggja at, tá vit fara upp á morgni, og tað síðsta vit skoða, áðrenn vit tørna inn á kvøldi. Og eitt vita vit, at stendur Nólsoyggin, so stendur verðin eisini, segði Jógvan Arge.

Starvsfólk og ungdómar eru spent at fara undir hetta nýggja tiltakið, sum tey vænta sær nógv av.