Ungdómurin - mítt álit

Erhard Jacobsen

Eg má siga, at tað er langt síðan, at vit í her í landinum hava hoyrt so viðkomandi samrøðu sum hana, sum Sosialurin hevði við Óla Jacobsen, formann í Føroya Fiskimannafelag, seinasta leygardag. Og ongin kann siga annað enn, at Óli hevur grein í sínum máli. Orsøkin til, at eg fekk hug at gera nakrar viðmerkingar til hesa samrøðuna er, at eg haldi, at adressan er skeiv. Tað er skeivt at ákæra ungdómin fyri líkasælu og fyri ikki at vísa solidaritet, tí ungdómurin er - tað eg haldi meg vita - helst væl meira at sær komin moralskt enn vit tilkomnu.
Óli Jacobsen gloymir kanska tað týdningarmesta í hesum sambandi: okkara samfelag er ikki eitt solidariskt samfelag! Tíbetur hava vit ein hóp av einstaklingum, sum eru solidariskir (eisini um vit síggja burtur frá upplopunum, tá ið vit eina lítla løtu eru heimsmeistarar í hjálpsemi).
Eitt samfelag, sum ikki er solidariskt, kann ikki rokna við, at ibúgvarnir gerast solidariskir. Eru teir tað, so er tað antin tí at teir eru góð fólk, ella tí at tað gevur teimum onkrar fyrimunir at vera solidariskir.

Okkara samfelag eggjar ikki til solidaritet
Eg kundi nevnt ein hóp av dømum um, at okkara samfelag ikki eggjar til solidaritet, men skal bara nevna nøkur heilt fá.
Vit hava seinastu dagarnar hoyrt um, at vinnufólk bara kunnu lata vera við at lata inn mvg-uppgerð. Úrslitið er, at einar 40 mió. kr. eru ikki goldnar i mvg, og tað løgna er, at hetta óskilið óátalað sleppur at halda fram. Onkur annar skal so gjalda hesar 40 mió. kr. sum mangla. Hetta er tískil eitt slag av tvungnum solidariteti, sum í hesum føri tíverri vendir skeivan veg.
Eitt annað dømi er skattalógin, sum herfyri við vilja varð løgd soleiðis til rættis, at múgvandi skuldu kunna taka stórar peningaupphæddir úr virkjum til privata nýtslu, uttan at gjalda skatt. Fólk vistu um hetta skattaholið, men millum politikarar var krav um, at holið skuldi ikki tettast! Burtursæð frá, at slík lóggáva oyðileggur samfelagsliga moralin og ger, at onnur mugu rinda tað, sum manglar í almenna kassanum, so førir hon við sær økta privatnýtslu, sum hevur skaðiliga ávirkan á prísleguna í landinum. Tvs. tvífalt skaðiligt. Eg kann eisini nevna fiskimannafrádráttin, sum møguliga er skilagóður í eygunum á teimum, sum standa saman um júst hendan ágóðan, hvat veit eg, men solidariskur er hann ikki.
Og so kann eg í sama viðfangi nevna, at tingmaður og formaður fyri tingnevnd herfyri fyri opnari mikrofon viðgekk, at tingmenn hava ikki gjørt sítt arbeiði til lítar, ja, høvdu forsømt sínar embætisskyldur, nú tað er avdúkað, at ein stórur partur av søluni á fiskamarknaðinum eru proformasølur. Vóru tað ikki júst tingmenn, sum í ringastu krepputíð játtaðu sær sjálvum stóra lønarhækkan og eftirløn, tí at hetta skuldi gera teirra arbeiði meira professionelt?
Onnur dømi kundu verið nepotisma í tí almenna starvssetanarpolitikkinum. Ella at ung, sum hava áræði og hug at gera avrik, ofta uppliva, at tað almenna hevur ikki brúk fyri teimum ella teirra førleikum, tí at krøvini til avrik í almenna sektorinum ofta eru smá, ógreið ella slettis ongi. Úrslitið er, at hesi einaferð ágrýtnu, sum høvdu visiónir, sum frá líður gerast kynisk, og kynisma er ikki fremjandi fyri hugin at vísa solidaritet. (Eg tosi her um tað almenna, tí eg kenni ov lítið til viðurskiftini í privatari vinnu).
Afturat hesum kundi eg nevnt tann miðvísa ágang, sum ávísir bólkar í okkara samfelag uppliva: t.d. hjún, sum liva saman ógift, samkynd ella fólk, sum vóru ímóti apartheid. Uttan nakra sum helst eftirkannan vórðu og verða hesi løgd undir at vera syndarar, svínsk, nassarar, tápulingar, ella tað, sum verri er. Slíkt fremur heldur ikki solidaritetin!

Solidaritetskenslan á fjølmiðlaøkinum
Annað dømi, sum eisini lýsir solidaritetskensluna, er á fjølmiðlaøkinum. Um vilji var til tess, so høvdu allir føringar í dag havt atgongd til eitt úrval av teimum bestu sjónvarps- og útvarpsrásunum í øllum heiminum, og uttan at skula gjalda nakra stórvegis upphædd fyri tað. Ein skipan sum SVF t.d. kundi umsitið. Men so skuldi ikki verða. Tað (almenna) privata skuldi sleppa framat, og úrslitið er hareftir. Í okkara húsi rinda vit í løtuni einar 10.000 kr. um árið fyri loftbornar fjølmiðlar, og eg rokni við, at fleiri onnur eru í somu ólukkuligu støðu. Heldur ikki her eydnaðist at gera eina solidariska loysn, og mær kunnugt var ein slík loysn enntá ongantíð upp á tal. Nú fer so SVF at senda DR1. Tú kanst ikki annað enn rista við høvdinum og siga: Apríl! Apríl!

Vit hava tað gott
Men hví grenja. Í okkara samfelag nýtist okkum ikki at vera solidarisk, tí vit hava tað øll gott, í hvussu er materielt. Ja, vit liva sum greivar (ikki minst um vit samanbera okkum við onnur lond).
Land og kommunur kappast um at nøkta okkara tørv, ja, enntá tørvin hjá teimum, sum ikki hava nakran tørv. At duga at orða sín tørv og seta fram krøv og síðan fáa pressuna at bakka hesi krøv upp er ein tann týdningarmesti førleikin í okkara nútímans samfelag. Ja, at krevja er sjálvur dynamikkurin í okkara samfelag. Og hjá okkum, sum hava fingið væl av okkara krøvum nøktað, er tá bara eftir at spyrja: hvat meira kunnu vit so krevja? Tí vit eru so í dag, at fáa vit tað ikki frá tær, ja, so fara vit bara til onkran annan. Men um hetta er tað besta ella tað rætta, tað kunnu vit sjálvandi seta spurnartekin við.
Men at lasta ungdómin. Nei, tað sum eg kenni til tey ungu, so fáast tey við skilagóð ítriv (skúla, ítrótt, tónleik, list, kristiligt virksemi o.a.) Tey flestu eru sera seriøs, so seriøs, at tað verður lagt merki til tey í útlondum. Og í einum landi sum okkara, har undirlutakenslan alla tíðina liggur og lúrir í vatnskorpuni, er tað gott at hava stjørnur (bæði heilar og hálvar føringar), sum kunnu stíva sjálvkensluna av.
At tey ungu ikki tíma at fáast við politikk, fari eg ikki at siga tey ring fyri.
So Óli, eg eri líka harmur sum tú um ikki at vera nóg solidariskur. Men lat okkum ikki krevja tað ómøguliga. Sum samfelagið er, so verða íbúgvar tess. Sum stríðsmaður veitst tú, hvussu trupult tað er. Eg sigi fyri meg, at eg eri langt síðan givin at royna at broyta heimin og tær offisiellu Føroyar, tí mín ávirkan er lítil og ongin, men eg má kortini siga, at eg tryggur seti mítt álit á ungdómin.