Ungdómurin í Tórshavn fær fleiri tilboð í 2011

Tað er gott at síggja allar tær íløgur og játtanir fyri 2011 hjá Tórshavnar kommunu.

Serliga hugaligt er  síggja á fíggjarlógini, at ungdómurin í kommununi fær fleiri tilboð at velja í millum, og ungdómsmentanin er komin í hásæti.?Hetta stendur eitt samt Tórshavnar býráð aftanfyri, og tað er at fegnast um, at hetta verður raðfest so ovarliga hjá býráðslimun. ??555.000 kr til KLUBB 188 í Hoyvík?Tórshavnar kommuna hevur havt royndartíð við ungdómshúsinum í Hoyvík ”KLUBB 188”, og tað er somikið væl vitjað, at nú er avgjørt at leggja raksturin í eina fasta legu, og 555.000 kr eru settar av raksturin í 2011.??1,5 millión til  ungdómsvirksemi í Kollafirði.?Umframt hetta hevur Tórshavnar kommuna avgjørt at innarætta loftið í ítróttarhøllini í Kollafirði fyri 1.5 millión til ungdóm og annað skapandi virksemi hjá KÍF.??Telducafé á Norðasta Hornið.?Tað er eisini eitt spildurnýtt tilboð sum skal opnast á Norðasta Hornið, har kommunan hevur boðað frá, at Býlingshúsið á Norðasta horni skal opna eina telducafé fyri teimum ungu, har opið verður 2 til 3 ferðir um vikuna. Hetta er sera átrokandi mál, tí tað er langur vegur frá Norðasta Hornið til eitt nú Margarinfabrikkina hjá teimun ungu.??Ungdómtilboðini  er fyribyrgjandi og fyriganga í rúsfríum umhvørvið.?Tað er sera umráðandi, at tey ungu hava eitt stað at fara til og føla at hetta er teirra stað. Ungdómhúsini  eru eisini við til at styrkja identitetin og felagsskapin hjá teimum ungu. Somuleiðis er tað ein styrkur, at tey ungu sjálvi seta dám á virksemi. Tilboðini eru eisini við til at syrkja um tað umhvørvið, har tey ungu sjálvi koma frá, og tað liggur eisini eitt fyribyrgjandi arbeiði í hesum. Tey ungdómstilboðini sum Tórshavnar kommunan hevur, fyriganga øll í rúsfríum umhvørvi, og tað er eisini endamálið og endámilið er eisini eitt fyrbyrgjandi arbeið.??Næsta stigið má vera ungdómsvirksemi á Argjum.?Nú eru fleiri tilboð á veg, og tað er framanundan skapandi virksemi fyri teimum ungu í Nolsoy, á Margarinfabrikkini og í KLUBB 188 í Hoyvík. Næsta stigið verður á Argjum.?Tað er sera umráðandi at fáa skapndi ungdómstilboð í allari kommununi, men nú er sett hol á, og enn er nakað eftir á mál. Tað er eisini neyðugt, at tað verður okkurt ungdómstilboð á Argjum. Hetta er eisini stemningur fyri í býráðnum, so tað má verða næsta stigið. ?Tað er sera umráðandi at fáa skapandi ungdómstilboð í allari kommununi, men nú er sett hol á og enn er nakað eftir á mál. Tað er eisini neyðugt, at tað verður okkurt ungdómstilboð til tey ungu á Argjum, so tað má verða næsta stigið.