Ungdómsfótbóltur: 90 luttakarar á ráðstevnu

Farna vikuskiftið skipaði Fótbóltssamband Føroya fyri árligu barna- og ungdómsráðstevnuni

Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF skrivar: 

 

- Farna vikuskiftið skipaði Fótbóltssamband Føroya fyri árligu barna- og ungdómsráðstevnuni. Undirtøkan var góð – umleið 90 venjarar luttóku

 

——————

 

Fyri níggjundu ferð seinastu tíggju árini bleiv farna vikuskiftið skipað fyri ráðstevnu, har ljós varð varpað á barna- og ungdómsfótbólt.

 

Fríggjadagin vóru framløgur og venjing á skránni, sum venjarar úr HB, í samstarvi við FSF, stóðu fyri, og seinni um kvøldið varð skipað fyri hugnaløtu við undirhaldi, spurnarkapping og sosialari samveru.

 

Leygardagin vóru aftur áhugaverdar og viðkomandi framløgur og venjingar á skránni. 

 

Høvuðsnavnið á ráðstevnuni hesaferð var bretin, Graeme Carrick, ið hevur drúgvar royndir sum venjari á hægsta stigi í Englandi.

 

Í sínum framløgum og venjingum legði Graeme Carrick millum annað dent á menningina av spælarum, ið eru komnir upp í eldru ungdómsárini.

 

Skála og AB høvdu eisini hvør sína framløgu, har tey greiddi frá ymiskum viðurskiftum um barna- og ungdómsfótbólt, sum virka væl í teirra feløgum, og harafturat greiddu umboð fyri FSF frá um Droym Stórt verkætlanina, og Fair Play í barnahædd og Tryggur Ítróttur átøkini. Skrivar FSF. 

 

 

 

Mynd: Hans Erik Danielsen