Tað var í mai mánaði í fjør, at ungdómshús læt upp í gamla skúla á Sandi, og sagt verður, at húsið hevur verið væl vitjað av ungdómi úr allari Sandoynni.
Ætlanin er at halda fram við hesum virksemi, og nú verður lýst eftir námsfrøðingi/ hjálparfólki at arbeiða í ungdómshúsinum.
- Húsið skal verða opið soleiðis, at ungdómurin trívist. Ungdómshúsið skal rúma ymiskleikanum hjá teimum ungu, sum skulu vita, at húsið er fyri tey.
Lagt verður aftrat, at eitt av høvuðsendamálunum hjá húsinum er, at ungdómurin skal kenna seg tryggan, og tey skulu kenna seg hoyrd, sædd og vird.
Sambært lýsingini eftir starvsfólki hava námsfrøðingar fyrimun, men søkir eingin námsfrøðingur, verður starvið sett við skikkaðum hjálparfólki.
Starvið verður sett frá 1. februar í ár til 31. desember í ár, og sambært starvslýsingini kemur starvsfólkið at arbeiða 22 tímar um vikuna.