Í eina tíð hava HSF og HSÍ, sum er íslendska hondbóltssambandið, arbeitt við einum hugskoti at skipa fyri árligum ungdómslandsdystum landanna millum. Hugsanin er, at dystirnir annaðhvørt ár skulu verða í Føroyum, og annaðhvørt ár í Íslandi. Avtalað er at hittast fyrstu ferð í Íslandi í døgunum 15. til 18. mei í ár, skrivar HSF.fo.
Føroyar fara til Íslands við tilsamans fýra liðum. Eitt í hvørjum aldursbólki hjá gentum og dreingjum í U16 (1998 og 1999) og U14 (2000 og 2001). Í alt verður tað eitt ferðalag á eini 70 fólk við venjarum og hjálparum.
Samstundis er ætlanin, at fleiri nevndarlimir í starvsnevndini og í úrvalsnevndini hjá HSF vera við. Tað er ongin loyna, at Ísland á mangan hátt er okkara fyrimynd í hondbóltshøpi. Hóast tey ikki eru so nógv fleiri enn vit, og hóast at tey landafrøðiliga hava somu avbjóðingar sum vit, hevur Ísland gjørt tað framúr gott á altjóða pallinum í mong ár.
Ikki minst tá teirra A-landslið hjá monnum í 2008 spældi seg í Olympisku hondbóltsfinaluna. Tí er hugsanin eisini, at HSF brúkar ferðina til at nema kunnleika um, hvussu arbeitt verður í Íslandi.