Ungdómslið hjá Kyndli til Danmarkar

Í morgin fara eini 80 ungir Kyndlaleikarar til Danmarkar, har tey skulu taka lut í Dronninglund Cup 98.

Kappingin í Dronninglund beint uttan fyri Aalborg hevur verið fyriskipað í mong ár, og í ár er 10. ferðin, at Kyndil vitjar kappingina við nøkrum av sínum ungdómsliðum. Ungdómurin, sum skal umboða Kyndil í kappingini, er úr 12 árum og upp í 18 ár. Aftrat teimum 80 leikarunum verða eisini umleið 20 ferðaleiðarar.


Góðar royndir

Kyndil tók seinast lut í Dronninglund Cup í 1996, og tá var úrslitið eisini rættiliga gott. Millum annað vann Kyndil mansunglingadeildina hetta árið. Mansunglingarnir hjá felagnum ætla at endurtaka bragdið í ár, og í tí sambandinum hava teir allir litað sær hárið grønt! Kyndil stóð seg, sum áðurnevnt væl í 1996, men undanfarin ár hevur felagið eisini havt góð úrslit.


Ikki bert hondbóltur

Kyndil sigur í tíðindaskrivi, at ætlanin ikki er, at øll tíðin skal brúkast til hondbólt. Tivoli er í Aalborg, og har fer ferðalagið helst at vitja, og somuleiðis er fjarstøðan ikki long til Faarup Sommerland, har møguleiki er fyri at royna alt møguligt stuttligt.

Ætlanin hjá ferðalagnum er eisini at skipa fyri einum felagskvøldi, har luttakararnir kunnu hugna sær við sangi, spølum og líknandi.


Fíggjan

Tað er greitt, at tað kostar nógv at fara til Danmarkar við so nógvum luttakarum, men tað hevur tó eydnast felagnum at fígga ferðina.

Foreldrabólkurin hjá Kyndli skipaði nýligani fyri Kyndlafagnaði, sum gav fitt av peningi. Eisini hevur verið skipað fyri lutaseðlasølu, eins og stuðul er fingin til vega frá eitt nú Føroya Sparikassa, Fiskavirking, Smyril Line.


Stóra ferðalagið hjá Kyndli kemur aftur til Føroya við Norrønu mánadagin 13. juli.