Ungdómsráðstevna í Reykjavík næsta summar

Formansskapurin í Útnorðurráðnum hevur luttikið á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Helsingfors, sum varð hildin tann 10. til 13. november.


Á ársfundinum hevur formansskapur Útnorðurráðsins hildið fund, har tosað varð um tær ætlanir, ið skulu gerast fyri virksemið í 1998. Á fundinum varð avgjørt, at ungdómsráðstevnan hjá Útnorðurráðnum í 1998 skal verða í Reykjavík tann 10. til 12. juli. Væntandi fara umleið 150 ung úr londunum í útnorði at luttaka á ráðstevnuni, har nøkur av evnunum, ið skulu umrøðast, verða tað skandinaviska felagsmálið, málini í útnorði, mentan, umhvørvi, náttúruríkidømi og samskifti. Eisini avgjørdi ráðið, at ársfundurin í 1998 skal verða í Ilulisat í Grønlandi tann 2. til 5. juni. Evnið á hesum fundinum verður støðan hjá ungdóminum í útnorði.

Formansskapurin í Útnorðurráðnum hevur harumframt havt fund við formannin fyri Norðurlandaráðið og formansskapin fyri Norðurlendsku nevndini. Á fundinum varð umrøtt at styrkja samstarvið millum Norðurlandaráðið og Útnorðurráðið. Útnorðurráðið bjóðaði eisini Norðurlandaráðnum gestastatus á ársfundum og ráðstevnum ráðsins.

Formaðurin fyri Útnorðurráðið er Anders Andreassen, landstingsformaður úr Grønlandi. Fyrsti næstformaður er Svavar Gestsson úr Íslandi og annar næstformaður er Lisbeth Petersen úr Føroyum.