Ungi maðurin varð leyslatin

Dómarin metti ikki, at grundarlag var fyri at varðhaldsfongsla unga mannin, sum er skuldsettur fyri at hava sligið ein løgreglumann í høvdið við einum politiradio.

Ein 20 ára gamal maður var í dag í grundlógaravhoyri, skuldsettur fyri at hava tikið kvørkratak á ein annan mann og at hava sligið ein løgreglumann í høvdið við einum politiradio sunnumorgunin. Maðurin noktaði seg sekan í báðum skuldsetingunum.

 

Maðurin játtaði, at hann hevði verið í býnum sunnumorgunin. Hann kendi einki til, at hann skal hava verið í nøkrum bardaga og hava tikið kvørkratak á nakran. Hann mintist, at hann, beint áðrenn skeinkistøðini lótu aftur, var farin inn í eitt teirra og hevði keypt sær eina øl og nakran sjussar. Síðani var hann farin gangandi móti Káta Horninum.

 

Uppi í Pizza King sá hann, at ein vinmaður varð tikin til síðis av løgregluni, og skuldsetti maðurin fór yvir at vita, hvat var áfatt.

 

Sambært unga manninum gjørdist løgreglumenninir beinanvegin óhøviskir móti sær, skumpaðu seg burtur og bóðu seg ikki blanda seg uppí. Støðan tók eina keðiliga vending beinanvegin, segði skuldsetti maðurin, og brádliga stóð hann kroystur upp móti vegginum, kendi seg hóttan og vildi bara sleppa burtur.

 

Hann visti sær tá eingi onnur ráð enn at taka í politiradio, sum løgreglumaður hevði í bringulummanum, og ripa tað til viks. Síðani ætlaði hann at renna avstað. Eftir at hava sligið løgreglumannin við politiradionum, hevði maðurin spýtt í andlitið á løgreglumanninum og var síðani farin til rýmingar.

 

Hann visti einki um sjálvur, at hann hevði rakt ein løgreglumann í høvdið og um so var, var tað av óvart, segði ungi maðurin.

 

Jógvan Páll Lassen, verji hjá manninum, byrjaði rættarfundin við at vísa á, at eftir hansara tykki var øll løgreglan ógegnið, við tað at talan var um harðskap framdan móti einum av teirra egnu. At tey skulu kanna málið og sita og avhoyra hvønn annan, til tess at kunna fella dóm móti skuldsetta manninum, helt royndi verjin vera óhoyrt. Hetta er ikki gott fyri rættartrygdina hjá vanliga føroyinginum, segðin hann millum annað.

 

Dómarin valdi tó at loyva grundlógaravhoyrinum, men vísti á, at tá málið skuldi kannast víðari og takast upp til dóms, um ákæra bleiv reist móti manninum, var meiri enn so sannlíkt, at Jógvan Páll Lassen hevði grein í sínum máli.

 

Sum skilst var rættiliga rokaligt í býnum sunnumorguni. Fleiri ferðir var um at blíva áfast millum ymiskar bólkar, sum gingu í miðbýnum, og eina ferðina brustu teir saman. Tað er í kjalarvørrinum av einum bardaga, at skuldsetti maðurin skal hava tikið kvørkratak á ein annan. Órættaði greiddi frá, at hann bleiv fyrst álopin av seks monnum, men at hann kláraði at verja seg móti teimum og sleppa sær avstað, áðrenn skuldsetti kom aftanífrá og helt um hálsin á honum í eini tvey til fýra sekund.

 

Løgreglan váttaði, at hon fleiri ferðir hevði lagt upp í, tá hesin bólkarnir vóru farnir at keglast og at tað var í hesum sambandi, at hon var stødd inni í Pizza King um hetta mundi. Sambært løgreglumanninum hevði skuldsetti øst seg í samband við, at løgreglan tosaði við ein vinmann hjá skuldsetta. 

 

Løgreglan greiddi frá, at skuldsetti maðurin hevði sligið radio við nógvari kraft niður í høvdið á eina løgreglumanninum og sambært lækna kundi eitt slíkt slag verið lívsvandamikið.

 

20 ára gamli maðurin varð dømdur fyri millum annað trý føri av harðskapi so seint sum í mars í ár. Harðskapsmálini eru frá 6. septembur 2015, 1. novembur 2015 og 24. januar 2016. Hann fekk tá tríggjar mánaðir treytaða fongsulsrevsing. Royndartíðin er til 2018.

 

Ákærin kravdi tí, at maðurin varð varðhaldsfongslaður í 14 dagar. Ákærin metti, at harðskapurin var so grovur og sannlíkindini fyri, at maðurin aftur fór at fremja harðskap so stórur, at einasta rætta var at varðhaldsfongsla hann. Harumframt óttaðist løgreglan, at maðurin kundi ávirka onnur vitni í málinum.

 

Jógvan Páll Lassen var als ikki samdur við verjanum. Hann metti, at løgreglan átti ein stóran part av skuldini fyri, at málið bleiv so ógvusligt. Tað er hennara uppgáva at ansa eftir, at støður ikki gerast ógvusligari enn neyðugt, førdi hann fram í rættinum. 

 

Hann vísti eisini á, at málið um kvørkratakið var sera veikt eftir hansara tykki. Hann skilti ikki, hvussu løgreglan kundi staðfesta, at skaðarnir hjá órættaða manninum komu frá skuldsetta, tá órættaði stutt frammanundan hevði verið í bardaga við seks mans. 

Hann vísti á, at ungi maðurin, síðani hann var dømdur seinast, hevur verið í eini góðari menning. Hann er givin at taka rúsevni og er í viðgerð hjá bæði psykiatara og psykologi. 

- Tað hjálpir ongum og ger bara fortreð at varðhaldsfongsla hann, segði Jógvan Páll Lassen.

 

Hann helt ikki, at nakar vandi var fyri, at maðurin fór at fremja harðskap aftur í bræði, umframt at hann ikki dugdi at síggja, hvussu skuldsetti maðurin skuldi ávirka nøkur vitni, sum ikki longu vóru avhoyrd.

 

Dómarin var samdur við verjanum og maðurin varð leyslatin. Hon helt ikki, at tað var grundaður illgruni fyri, at hann hevði tikið kvørkratak á nakran. Hinvegin vísti hon á, at maðurin hevði játtað at hava tikið radio frá løgreglumanninum og at hava tveitt tað.

 

Hon vísti tó á, at maðurin, síðani seinasta harðskapsmálið, sum var í januar, ikki hevur verið í hóslag við løgregluna, og at hann, sambært sær sjálvum og verjanum, er í viðgerð, sum hann er glaður fyri og sum letur til at virka.

 

Málið er tó ikki endaliga avgreitt enn. Tá løgreglan er liðug við sítt kanningararbeiði, skal støða takast til, um maðurin skal ákærast ella ikki. Um so er, kemur málið aftur fyri í rættinum, tá sum vanligt revsimál.