Ungir føroyingar í brúdleyp hjá Fríðriki og Mary

13 ungir føroyingar, sum eru næmingar á Linieskolen, standa í fremstu røð, tá Fríðrikur krúnprinsur og Mary Donaldson 14. mai geva hvør øðrum sítt »ja«

Teir ungu føroyingarnir, sum sleppa at standa í fremstu røð, tá kongiliga karetin koyrir gjøgnum Keypmannahavnargøtur við nýgifta krúnprinsaparinum, eru:
Mary Thorhalsdóttir, Lis Christophersen Hansen, Kristina Thastrup úr Vestmanna, Elsebeth Davidsen og Barbara Jensen úr Sørvági - Elsa F. Helmsdag og Sunneva Maria Johannesen úr Tórshavn - Carla Martha Josenius og Randi Djurhuus fra Norðragøta - Ingibjørg Svabo Samuelsen og Vanja S. Jacobsen úr Sandavági og Guðrið S. R. Poulsen úr Miðvági og Durita Dahl Andreassen fra Hoyvik.
Orsøkin er hendan:
Linieskolen í Hadsten, sum er ein húsarhaldsskúli, hevur í ár nógvar næmingar úr Føroyum. Finn Wehner, sum er leiðari á Linieskolen var skjótur, tá brúdleypið varð dagfest og almannakunngjørt. Hann tók beinanvegin telefonina og ringdi til Københavns Vandrerhjem og bílegði 70 pláss til næmingar og lærarar.
? Tey á vallaraheiminum høvdu ikki frætt tíðindini, tá vit ringdu, sgiur Finn Wehner.Men tey fingu úr at gera.
? Dagin eftir skiltu tey betur, hví hetta var so umráðandi fyri meg. Tey blivu tá niðurkimað av fólki, ið vildu leiga seg inn á vallaraheimið. Men tíverri. Tey fyrstu 70 plássini vóru upptikin av Linieskolen, sigur Finn Wehner.
Fyrireikað upp á alt
Næmingarnir fara til Keypmannahavnar hósdagin 13. mai og verða har til leygardag. seinnapartin fríggjadagin 14. mai stilla tey seg har, sum kongaliga karetin skal koyra framvið. Tey skulu njóta stemningin og vóna fyrst og fremst at sleppa at síggja Fríðrik og Mary. Umframt kongaliga brúdleypið, so skulu tey eisini vitja Experimentarium, Lousiana, Botanisk Have, Bakkan og ymiskt annað, sum er áhugavert í danska høvuðsstaðnum.
Næmingarnir eru væl fyrireikaðir. Í ein mánað hava felagstímarnir snúð seg um høvuðsstaðin. Eisini brúdleypið hevur givið íblástur til undirvísingina. Næmingarnir hava júst ? í sambandi við royala trúlovilsið ? fyrr í skúlaárinum havt tema um Avstrália og heimaoyggj Mary, Tasmania.
Aboriginals og krúnprinsessur úr Føroyum
Tveir føroyskir næmingar, Una Viviana Siggertsdóttir Nielsen úr vestmanna og Carla Martha Josenius úr Norðragøtu vóru i sambandi við Avstráliaevnið fyrr í ár umskapað til aboriginals frá heimlandinum hjá komandi krúnprinsessuni. Hvussu vakrar tær vóru, sæst á
www.linieskolen.dk
somuleiðis fekk Barbara Jensen úr Sørvági stóru æruna at verða umskapt til Mary, krúnprinsessu, í ein dag ? ein leiklut, ið hóskaði henni sera væl so meinlík hon var krúnprinsessuni.
Næmingarnir eru væl fyrireikaðir at fara til Keypmannahavnar at uppliva prinsabrúdleypið. Í ein mánað hava felagstímarnir snúð seg um høvuðsstaðin. Eisini brúdleypið hevur givið íblástur til undirvísingina. Næmingarnir hava júst ? í sambandi við royala trúlovilsið ? fyrr í skúlaárinum havt tema um Avstrália og heimaoyggj Mary, Tasmania.