Tað eru øgiliga fáir, ungi føroyingar, sum spara saman til bústað. Tað staðfesta tey í Betri Banka.
Í einum tíðindaskrivi staðfesta tey, at sethúsaprísirnir eru nógv hækkaðir seinastu árini, men sambært tølunum hjá Betri Banka, fylgir uppsparingin hjá ungum føroyingum ikki við.
– Tað eru sera fá ung ímillum 18 og 35 ár, sum spara upp til bústað, sigur Betri.
Og tey siga, at sostatt verður tað ringt hjá teimum at gjalda eginfíggingina, sum krevst fyri at fáa bústaðarlán.
Í flestu førum skulu sum seta føtur undir egið borð, sjálvi leggja eini 10 prosent av kostnaðinum á borðið.
Tað merkir, at tann, sum skal keypa bústað fyri tvær milliónir, er vanliga kravið, at tú leggur 200.000 krónur á borðið.
Sambært tølunum hjá Betri Banka eru fá ung ímillum 18 og 35 ár, sum hava slíkar upphæddir í uppsparing.
– Bara 1,4 prosent av viðskiftafólkunum hjá Betri, sum eru millum 18 og 35 ár, hava bústaðarkontu, har tey beinleiðis spara saman til bústað.
– Tað er týdningarmikið, at ung seta til síðis til bústað. Tað stendur kanska ikki ovast á listanum hjá ungum at seta nakrar hundrað krónur til síðis um mánaðin, men tað kann hava stóran týdning, tá ið húsini, ella íbúðin, einaferð skal keypast, sigur Margareth Djurhuus, rakstrarleiðari í Betri Banka, í tíðindaskrivinum.
Í dag er miðalprísurin á einum sethúsum í Tórshavn beint undir tríggjar milliónir, men í størri bygdum og býum, er miðalprísurin umleið 1,45 milliónir.
Til samanberingar var miðalprísurin á sethúsum í Tórshavn umleið tvær milliónir fyri 10 árum síðani og í størri bygdum og býum var miðalprísurin umleið eina millión.