Ungir føroyingar uttanlands at venja

Fótbóltur: Komandi dagarnar fáa 3 ungir føroyingar høvi til at royna, hvussu tað er at verða yrkisleikari á einum liði í bestu ensku fótbóltsdeildini

Sunnudagin fóra 3 ungir evnaríkir føroyskir fótbóltsleikarar av landinum, har teir í nakrar dagar skulu royna, hvussu tað er at vera yrkisleikari.

Talan er um teir tríggjar havnarmenninar, Andrew av Fløtum og Bárð Mortansson úr HB, og málverjan hjá toftamonum, Magnus Poulsen.

Leiðin hjá teimum trimum gonur til Watford, har teir komandi dagarnar skulu venja saman við ungdómsliði felagsins. Watford er annars ikki nakað nýtt felag fyri føroyingar, tí sum flestu okkara helst minnast, so var tað eisini hjá Watford, at teir báðir, Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni, vóru og vandi fyri tveimum árum síðani.

Tað ferðina lá felagið á odda í triðbestu ensku deildini, men síðani hetta er nógv hent. Steðgurin í næstbestu deildini var ikki drúgvur, tí eftir eitt ár á hesum støði, telist Watford í dag millum feløgini í fremstu ensku deildini, Premier League. Hetta er ikki fyrstu ferð at Watford roynir slíka himmalsferð, tí í 80-unum gjørdu teir júst tað sama, og var venjarin tá, eins og nú, Graham Taylor. Hesin hevur síðani verið umvegis Aston Villa og enska landsliðið, men eftir at Elton John aftur hevur tikið um endan í felagnum, er Taylor aftur at síggja, har tað heila byrjaði.


Spæla ikki fyri

nøkrum sáttmála

Ætlanin við ferðini er fyrst og fremst, at ungu leikararnir skulu fáa høvi til at royna tilveruna sum yrkisleikarar í nakrar dagar, og er talan sostatt ikki um nakra royndarvenjing, har nakar sáttmáli stendur upp á spæl.

Jákup í Stórustovu, sum hevur fingið ferðina í lag, er sera fegin um, at tað er gjørligt at geva ungum føroyskum leikarum henda møguleikan. Samstundis leggur hann afturat, at feløgini hava verið sera beinasom hesum viðvíkjandi, og hava tey m.a. lænt Watford spæliloyvini hjá leikarunum, um so er, at teir fáa møguleikan at leika við onkrum dystum hjá liðum felagsins.

Eisini leggur Jákup dent á, at ógjørligt hevði verið at framt tiltakið uttan munagóða hjálp frá teimum stuðlum, sum eru við í ætlanini. Stuðlarnir, sum talan er um, eru Føroya Sparikassi, Tryggingarfelagið Føroyar, Føroya Shell og Atlantic Airways.

Andrew og Bárður koma aftur til Føroya týsdagin 16., ímeðan Magnus kemur aftur á landið fríggjadagin 19. í hesum mánaðinum. Orsøkin til at Magnus kemur aftur nakað seinni er tann, at málmansvenjingin í felagnum er øðrvísi skipað, og er tað sostatt ikki tí, at felagið hevur serligan áhuga í Magnusi.