Umstøðurnar í 40 londum eru kannaðar, og ein av niðurstøðunum er, at ungfólk í Grønlandi eru tey feitastu í heiminum. Royking og vánaligir matvanar gera, at so nógv ung millum 13 og 15 ár í Grønlandi viga ov nógv. Tey ungu eta eisini ov lítið av frukt, og ferðasambandið er so vánaligt nógva staðni, at fólk liva av frystum matvørum og fáa ikki frukt og grønmeti í nóg stóran mun. Heilsukanningin hjá WHO vísir hinvegin, at grønlendsk børn eru sera virkin – tey røra seg nógv og eru væl nøgd við skúlan.