Ungir grikkar fáa gávukort fyri at lata seg koppseta

Grikski stjórnarleiðarin kallar koppsetingar-gávukort fyri »eina gávu av takksemi« til ung, sum lata seg koppseta.

Ung í grikkalandi millum 18 og 25 ár, sum lata seg koppseta ímóti covid-19, kunnu vænta sær eina løn, tá tey eru koppsett.

 

Tað sigur landsins forsætisráðharri, Kyriakos Mitsotakis.

 

– Við fyrra priki við koppingarevninum fáa tey eitt gávukort upp á 150 evrur (umleið 1.115 krónur), sigur hann á ráðharrafundi sambært tíðindastovuni Reuters:

 

– Tað er okkara skuld til tey ungu, ein gáva givin í takksemi, sigur hann.

 

Grikska stjórnin hevur spent øll segl fyri at fáa koppsett so mong sum gjørligt innan summafrítíðina.

 

Sambært Reuters er umleið ein triðingur av landsins 11 milliónum borgarum koppsett.

 

##med2##

 

Fyri at fáa so mong sum gjørligt av landsins 940.000 ungum millum 18 og 25 ár koppsett, hava tey nú eina ítøkiliga løn í væntu.

 

Tey ungu fáa gávukort, sum kann brúkast til summaferiu ella til mentanartiltøk frá 15. juli, og ein mánað ókeypis internetdáta til fartelefonina til í august.

 

/ritzau/

 

##med3##