Ungir menn fara í land av línubátunum

Tað er ikki líka so áhugavert longur at sigla við føroyskum línubátum, sum tað var fyri tveimum árum síðan, tá ið línuflotin helst hevði sínar bestu dagar nakrantíð

Fiskivinna

- Vit síggja eina ábending um, at ungir menn, sum sigla við línubátum, fara í land og velja heldur at fara í læru. Orsøkin er, at tað gevur ikki tað sama at vera línumaður í dag, sum fyri bara tveimum árum síðan. Í dag skalt tú vera umborð at kalla hvønn túr, um tú skalt tjena 300.000 krónur í eitt ár. Ert tú fleiri túrar í landi gjøgnum árið, verður inntøkan munandi minni.
Tað sigur Tórleif Sigurðsson, sum er reiðari á línubátunum, Pison, Kvikki og Froya, sum er gamli Jógvan S.
Hann eigur í Pison og Kvikki og er útgerðarmaður hjá Froya.
Aftrat hesum er eisini ein útróðrarbátur, sum hevur egningarmaskinu og ein, sum í løtuni roynir við snellu.

Fara í læru
Reiðarin vísir á, at ungir menn eru farnir í land og hava í staðin valt at fara í læru sum handverkarar av ymiskum slagi.
- Eg trúgvi, at fleiri línuskip í ár koma niður ímóti teimum 10 miljónum krónunum í veiðivirði, og tað gevur ein manningarpart, sum liggur um einar 300.000 krónur fyri alt árið. Línuskipini eru nógvar dagar í sjónum; tey gera millum 22 og 25 túrar um árið. Eru menn í landi onkran túrin inn ímillum, tjenar ein maður líka so nógv í einum vanligum arbeiði uppi á landi  og tá kann hann sova í síni egnu song hvørja nátt, sigur Tórleif Sigurðsson.