Ungir menn við ov nógvari ferð

Ferðsluóhappið í Hoyvík stutt fyri klokkan 18 í gjárkvøldi hendi, tí fýra ungir menn koyrdu ov skjótt og á skeivari síðu av vegnum Eftir ógvusliga ferðsluóhappið í gjárkvøldi, stegðaði løgreglan ferðsluni á Vegnum Langa í ein tíma, og seks fólk vóru flutt á Landssjúkrahúsið.

Men sambært vakthavandi á politistøðini hendi eingin álvarsligur mannskaði, og tey flestu av teim seks eru útskrivaði.

Í bilinum, sum kom frá Løgmannabreyt, vóru fýra 18 ára gamlir menn. Tað var myrkt, vegurin var hálur, og ferðin ov nógv.

Og í einum svingi á Vegnum Langa fór bilurin, sum var keyptur dagin fyri, so langt yvir á vinstru síðu av vegnum, at ein mótkoyrandi bilur rendi inn á høgru síðu av bilinum.

Ein pápi og sonur vóru í mótkoyrandi bilinum. Teir vóru báðir fast bundnir, meðan teir ungu menninir ikki høvdu trygdarbelti á.

Einki bendir á, at rúsdrekka var uppi í.

- Hetta er nokk tann typiska søgan, um ung menniskju sum halda seg duga ov væl at koyra, tí tey hava fingið nakrar koyritímar, sigur vakthavandi á politistøðini.