Unglingar á flog

Teir báðir, Hans Kristian Simonsen og Martin Poulsen, vístu enn einaferð gott flog tá teir í royndu seg í stórari opnari kapping í spanska høvuðsstaðnum Madrid

Talv

Talvferðin hjá evnaríku unglingunum hevur eydnast avbera væl. Í kapping í Barcelona myndaðu báðir toppin, og nú í Madrid gekst somuleiðis væl í kapping við navnframa heitinum; V Open Internacional de Ajedres VI Memorial Pablo Gorbea.
Hans Kristian Simonsen fekk ikki færri enn sjey stig av níggju møguligum móti nøkunlunda javnmettum mótstøðumonnum, meðan Martin Poulsen leingi fylgdi toppinum, men tapti seinasta talvið, sum gav honum hálvtsætta stig.
Tey mongu stigini Hans Kristian telvdi seg til, gav honum eitt deilt fjórða pláss, bert hálvt stig aftanfyri tríggir telvarar sum býttu fyrsta plássið. Millum hesar tríggjar eru tveir stórmeistarar, og tað sigur nógv um úrslitið hjá føroyameistaranum úr Kollafirði. 236 telvarar luttóku, harav nakrir stórmeistarar og fleiri altjóða meistarar. Martin Poulsen, sum í Barcelona fekk eitt deilt annað pláss millum 450 telvarar, bleiv nummar 47 í røðini.
Í seinasta umfarinum vann Hans Kristian á einum altjóða meistara (sum nú nærum kann kallast gerandiskostur hjá fremstu unglingum okkara), og talvið havi eg av góðum orsøkum valt at seta í blaðið í dag.
Felags fyri báðar er, at framgongdin heldur fram. Ratingin skolar inn, somuleiðis sum royndirnar á altjóða talvpallinum eru mennandi, serliga nú tá OL stendur fyri durðum.

EM fyri unglingar
Martin Poulsen luttekur í EM fyri unglingar, sum somuleiðis verður telvað í Spania. Hann telvar í bólkinum fyri dreingir 18 ár og yngri. Telvað verður í døgunum 29. sept. ? 08. okt.
Martin vann ímóti Shi Porat úr Ísrael (2369) í fyrsta umfari, og heldur tí fram har hann slepti. Heimasíðan er www.feda.org/european2002/menu.htm