Unglingar manna Klaksvíking

FM sigurin í 8-mannaførum gav teimum blóð uppá tánnina. Í ár rógva teir við 10-mannaførunum.

Í 2015 bleiv Páll fangi mannaður við ungum monnum úr Klaksvík og hesir gjørdu ikki mætari enn at vinna eitt annað pláss í FM stríðinum umframt at vinna Ólavsøku. Ikki nokk við hesum fóru teir við 8-mannafarinum Nevinum Reyða og vunnu  FM heitið. Nú eru ungu klaksvíkingarnir farnir uppí størstu báta støddina og manna Klaksvíking.

Seinastu árini hevur verið vanligt at vant til komandi kappingarár frá ársskifti, í summum førum enn longur, og í Klaksvík er einki undantak. Vit hava vant í einar 4-5 vikur nú og eru so hepnir at hava fingið stuðul frá Burn. Har verður koyrt á og hesum síggja vit longu úrslit av, sigur Benjamin Isaksen, bátsformaður.

Klaksvíkingur er mannaður við somu manning sum róði umborð á Nevinum Reyða í fjør og hava teir fingið tveir ungar mans aftrat. Hesir báðir nýggju blivu føroyameistarar við Fípuni Føgru í fjør og eru bert 17 ára gamlir. Vit líta 100% uppá teir báðar yngstu og hava síðani Jóansøku í fjør vita, at vit skulu rógva saman umborð á Klaksvíkingi, sigur ungi klaksvíkingurin.

Við einum miðalaldri uppá umleið 20-21 ár, kemur manningin avgjørt at vera yngsta manningin í flotanum. Elsti maðurin á manningini er 23 og tveir teir yngstu er bert 17 ára gamlir. Men hetta skal kemur ikki at vera nøkur forðing meinar 22 ára gamli bátsformaðurin.

 

Vit hava tveir venjarar í KRF. Rúni Mortensen og Helga Johansen hava ikki verið venjarar innan rógving áður, men tey hava góð fólk at líta á um tørvur er á tí. Har aftrat fáa vit hjálp frá Magnusi Norðberg, sum var venjari hjá okkum í fjør og so eru teir eldru rógvararnir eisini í neystinum og rógva, sum vit kunnu heita á.

 

Talan var leingi um at manna tvey 10-mannafør í KRF hetta kappingarárið. Ein yngri manning umborð á Klaksvíkingi og ein eldri manning við Nólsoyar Páll, tann sama manningin sum róði við Klaksvíkingi í 1015. Ætlanin bleiv tó ikki til nakað, tá manningin frá Klaksvíkingi 2015 ikki fór við Nólsoyar Pálli.

 

Tað hevði sjálvandi verið skilagott við royndum fólki, men nú hava vit verið mannaðir so leingi og teir ætlaðu sjálvir at manna Nólsoyar Páll. Vit halda eisini at man skal geva teimum ungu álit. Vónirnar eru góðar og vit ætla sjálvandi at vinna. Tó so vænta vit avgjørt harða kapping, sigur Benjamin Isaksen at enda.

 

Umborð á Klaksvíkingi komandi kappingarár eru Benjamin Isaksen, Jákup Matras, Magnus Michalsen, Martin Eliasen, Kristian Linklett, Kristian Martin Rasmussen, Jón Ryan Petersen, Jógvan Steingrímur Højgaard, Sørin Kallsgarð Sørensen, Kristian Petrersen og Rúni Mortensen róðursmaður