Fótbóltur
Fer KÍ at megna at halda tørn um plássið í bestu deildini, og fer NSÍ at megna at bjóða seg fram í kappingini um FM heitið. Soleiðis hevur verið spurt og fregnast undan kappingarbyrjan. Og tað er ikki so undarligt, at tað hevur verið roknað við, at heiðamenn skulu kappast millum teir bestu, og at KÍ skal stríðast fyri at varðveita plássið í deildini:
Á NSÍ liðnum eru 4-5 landsliðsspælarar, og teir flestu av hinum hava týdningarmiklu royndirnar. Á KÍ liðnum er 38 ára gamli Jákup Mikkelsen í málinum, og 31 ára gamli Heðin á Lakjuni á miðvøllinum – viðhvørt ytstur í høgru og so í hinum borðinum. Annar av brandunum í miðverjuni, Oddmar á Lakjuni, er 22. Allir hinir eru yngri enn so.
Leygarkvøldið hittust hesi bæði liðini við Løkin í Runavík. Hvussu tað fer at tørna út fer tíðin at vísa, men avrikið og úrslitið leygarkvøldið góvu ábending um, at tað er ikki sjálvsagt, at KÍ skal stríðast í botninum, og at NSÍ er FM kandidatur.
Óroyndu klaksvíkingarnir høvdu hug at seta dagsskránna í 1. hálvleiki. Eitt sindur fjáltursstungnir tóktust teir at vera, men sum tíðin leið, tordu teir alt betri at vísa, at teir duga at spæla fótbólt. Alla tíðina stríddust teir sum fyri lívinum, og tað var týdningarmikið fyri teir at vinna nógvar returbóltar.
Heimaliðið hevði ilt við at finna rætta girið. Á miðvøllinum vóru ov nógvir ov lítið ágangandi, í álopspartinum vóru teir ikki hugflogsríkir, og í verjuni vóru teir ikki so sannførandi.
KÍ var disiplinerað: í verjupartinum vóru teir tættir og avgjørdir, og tá ið teir høvdu fingið fatur á bóltinum, gjørdu teir skjótt av. Jógvan Isaksen var tryggur í miðverjuni, John Hammer gekk undan í stríðnum á miðvøllinum, og Kristoffur Jakobsen, sum var einsamallur í fremstu røð, lúrdi alla tíðina eftir møguleikanum.
Tríggjar minuttir fyri steðgin fekk Kristoffur møguleikan. Heðin á Lakjuni spældi flatt og snilt og neyvt inn um miðverjuna, álopsspælarin fekk bóltin væl við sær og setti hann framvið Meinhardi Joensen í NSÍ málinum.
Meiri ferð á
Eftir steðgin, tá ið Jann Ingi Petersen var komin inn á sentrala miðvøllin at stuðla Boga Løkin og Høgna Madsen, var tað týðuligt, at NSÍ royndi at fáa ferðina upp. Spælararnir fluttu seg betri fyri hvørjum øðrum, og teir royndu oftari at spæla fyrstu ferð. Sendingarnar vóru ikki altíð so neyvar, men viðhvørt eydnaðist tað at fáa teir bláu at renna aftaná, og tíggju minuttir eftir hvíldina eydnaðist tað at javna:
Fremsti klaksvíkingurin misti bóltin, tá ið liðið var á veg fram, Hjalgrím Elttør var staddur í vinstru, tá ið hann tamdi og bjóðaði sínum bygdarmonnum av. Tvær ferðir spældi hann eitt tvey, og tá ið hann var komin inn um verjuna eitt sindur í høgru, setti hann bóltin framvið Jákupi Mikkelsen.
Málið tóktist seta mót í teir gulu, og tað kundi kanska roknast við, at teir óroyndu bláu fóru at fara niður við nakkanum. Men soleiðis tørnaði tað ikki út. Klaksvíkingarnir arbeiddu fyri lívinum, og tað eydnaðist at halda tørn, hóast teir síðstu løtuna vóru sperdir. Karoly Potemkin, sum ikki flutti seg nógv, hevði risa møguleika at skora eftir horna úr vinstru, men hann rakti ikki bóltin, og stutt áðrenn hann varð tikin út, sendi hann bóltin í stólpan aftanfyri Jákup Mikkelsen.
Tá ið fíni dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, kendist tað bæði á og kring vøllin sum um, at klaksvíkingar høvdu vunnið eitt stig, og at NSÍ hevði tapt tvey stig. Unglingarnir høvdu staðið landsliðsspælarunum kurl!