Unglingarnir avgera í kvøld

NSÍ og HB fara í dag klokkan 17 at spæla finalu á Skála

UNGLINGAR

Tvey av feløgunum, sum seinastu nógvu árini hava vunnið nógv mest í unglingadeildini, fara í dag at stríðast um, hvør eigur besta unglingaliðið í 2005.
NSÍ og HB eru komin í finaluna, sum verður spæld á uttanveltaðum vølli. FSF hevur gjørt av, at dysturin skal spælast á Skála. Tað verður hann klokkan fimm í dag, og tað verður Petur Reinert, sum skal halda skil á.
Í fjør vann EB/Streymur FM í unglingadeildini. Teir vunnu 2-1 á HB í finaluni. NSÍ vann bronsudystin 5-1 á B36.
HB vann sína hálvfinalu 2-1 á B36, og NSÍ vann sína hálvfinalu 7-6 á KÍ, eftir at tað eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð hevði staðið 1-1, og tað síðani var neyðugt at finna vinnaran í brotssparkskapping.