Eitt ungt par, sum var farið til fjals oman fyri Múla sunnudagin, noyddist at ringja á 112 fyri at fáa hjálp at sleppa oman aftur, tí mjørki var komin á tey.
Tey høvdu gingið seg í óføri í mjørkanum og tordu ikki at ganga víðari. Soleiðis, sum støðan var, kendu tey seg kortini ikki at vera beinleiðis í vanda.
- Vit fingu boðini klokkan 19.50. Boð vórðu send til MRCC og Norðoya Bjargingarfelag, og longu klokkan 20.05 var tyrlan á flogi.
Tað sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Tá Portalurin frætti í morgun, var sambært samdøgurfrágreiðingini hjá løgregluni ikki greitt, hvussu hesi bæði komu oman aftur, haðani tey vóru stødd, tá tey ringdu á 112.
Norðoya Bjargingarfelag sigur, at teir sendu fólk norður at hjálpa parinum oman aftur. Tá vóru tey stødd vestan fyri Múla. Tey vórðu fylgd oman móti sjóvarmálanum, har bátur kom eftir teimum og flutti tey til Haraldsunds.
- Klokkan var um 23, tá báturin var í Haraldsundi við unga parinum, sigur Norðoya Bjargingarfelag.