Ungu gentirnar Hanna, Durita og Monica: - tað er stuttligt at rokka!

Tað besta við festivalum er at rokka og práta við fólk. Tað halda tríggjar ungar klaksvíksdiddir, sum Sosialurin hevur hitt til eitt lítið festivalprát, nú dagarnar av álvara eru farnir at styttast til Summar Festivalin 2009.

Bommini liggja so fitt í eini skál á borðinum og keksapakkin liggur hálvur undir liðini á nøkrum sodavatnum. Tað er ikki torført at síggja, at vit nú hava sett okkum til borðs saman við nøkrum ungum gentum. Tær roksa og fnisa, meðan nýggjasti slaturin skal vendast og tíðindini frá seinasta vikuskiftinum mugu líka koma runt borðið, áðrenn tað verður eitt sindur friðarligt í lítla køkinum, har vit hittast hendan dagin.

- Áh, tað meinar tú ikki?, sigur tann eina við stórum eygum, tá okkurt nýtt um onkran fittan drong kemur fram.

- Seriøst? Helle, tað er kul, svarar tann næsta skjótt, tá tíðindini verða váttaði av henni, sum byrjaði prátið.

Men vit hava ikki sett okkum til borðið fyri at práta um dreingir. Sjálvt um tær kanska tíma akkurát tað prátið ordiliga væl, so má vend koma í evnið, áðrenn tær fullkomiliga fara út av kós. Vit skulu nevniliga tosa um Summar Festivalin – nakað, sum júst hesar genturnar gleða seg ordiliga nógv til. Tær hava allar verið á festival fyrr og ivast ikki eina løtu, tá eg spyrji tær, um tær aftur fara á festival í ár. Tí sjálvandi fara tær tað.

- Summar Festivalurin hoyrir til. Uttan hann er tað ikki summar í Føroyum, heldur tann eina.

Tær eru 15 og 16 ára gamlar og gleða seg serliga nógv til festivalin í ár. Ikki minst, tí at Nik & Jay eru á skránni á tí stóra pallinum.

- Tað verður so nice! Eg dugi allar sangirnar hjá teimum, so har fara vit allar at syngja mega við, sigur ein teirra.

Annars dámar teimum ordiliga væl at ganga og mala aftur og fram við vinfólkum og bara práta við fólk.

- Men tað besta er, tá teir kendu bólkarnir koma á pallin og man bara kann standa og flippa út, sigur tann eina droymandi við einum stórum smílið.

- Jaa! So stendur man bara har og rokkar saman við bólkunum. Tað er mega kul!, svarar tann næsta aftur.

Tær práta eitt sindur aftur og fram um allar teir bólkarnar, sum gjøgnum árini hava vitjað á Vágsbøi. Minnini eru mong, men ein konsert stendur heilt greitt sum tann besta nakrantíð:

- Johnny Deluxe!, svara tær allar, tá eg spyrji um tí bestu konsertina nakrantíð.

- Teir fingu mega gongd í alt fólkið á Vágsbøi – og so vóru teir bara meeega kul! Tað er heilt sikkurt tann besta konsertin, sum hevur verið á Summar Festivalinum higartil, heldur tann eina.

- Ja, alvorliga! Men kanska Nik & Jay fara at vera kulari enn Nik & Jay? Tað rokni eg næstan við, heldur ein onnur teirra.

Bommskálin er við at tømast nú og prátið sníkir seg spakuliga inn aftur á dreingirnar. Men áðrenn eg sleppi teimum heilt vil eg fegin vita, hví tær akkurát fara á Summar Festivalin?

- Summar Festivalurin er fyri øll. Mamma og babba eru har, omma og abbi eru har – og so fari eg eisini við mínum vinfólkum. Og øll hava tað stuttligt og hugna sær. Tað er bara kul, svarar tann eina gentan skjótt.

Og tær gleða seg. Alvorliga nógv eisini..