Ungu hondbóltskvinnurnar í eldin

Hondbóltur: Í dag fara 15 av evnaríkastu kvinnuligu hondbóltsleikarunum til Danmarkar við føroyska U-18 landsliðnum, sum skal taka lut í undankapping um heimsmeistaraheitið

Síðst í januar mánða eydnaðist tað teimum ungu mannligu garpunum í føroyskum hondbólti at koma víðari í kappingini um heimsmeistaraheitið eftir eina undankapping, sum fór fram her í Føroyum. Nú er túrurin so komin til tær ungu kvinnurnar, sum í dag fara til Danmarkar, har teir um páskirnar skulu spæla ímóti so sterkum hondbóltstjóðum sum Danmark, Fraklandi og Hollandi. Kappingin fer fram á Fjóni, og landsliðið kemur aftur til Føroya mánadagin.


Tríggjar dystir upp á tríggjar dagar

Ungu kvinnurnar fara av landinum í dag, og longu í morgin skulu tær fyrstu ferð í eldin. Tá skulu tær royna seg ímóti Fraklandi í Svendborg. Leygardagin spæla føroysku kvinnurnar ímóti Hollandi í Skerninge, meðan seinasti og helst torførasti dysturin verður í Faaborg sunnudagin, tá ið okkara gentur skulu leika ímóti vertunum úr Danmark.

Størsti parturin av manningini á føroyska landsliðnum hevur áður roynt seg í slíkari undankapping, og tá taldust bæði Danmark og Frakland millum mótstøðuliðini. Tá vóru Føroyar fyri stórtapi ímóti báðum hesum tjóðum, 10-40 ímóti dønum og 12-36 ímóti fraklendingum.

Føroyska liðið er tó mannað av leikarum, sum teir flestu spæla í bestu kvinnudeildini her heima. Av teimum 15 leikarunum kann man siga, at 12 teirra eru 1. Deildarspælarar. Venjarar hjá liðnum eru tvær av bestu kvinnuligu hondbóltsleikarunum í landinum, nevnliga rumenska Ioana Rapa og danska Lotte Sørensen, sum saman við liðleiðaranum, Ann Hansen, fara við leikarunum til Danmarkar.


Neistin flest umboð

Fimm feløg eru umboðaði á unga kvinnulandsliðnum, og ikki óvæntað eru tað havnarfeløgini, ið hava flest umboð. Neistin hevur fýra leikarar við í hópinum, meðan Kyndil hevur fýra.

Leikararnir, ið Ioana Rapa og Lotte Sørensen hava úttikið, eru hesir: Úr Neistanum: Katrin á Neystabø, Gunnleyg Berg, Birita Wardum, Súsan Brockie og Ata Høgnadóttir. Úr Kyndli: Fríða Petersen, Jórun Ludvig, Frida Johannesen og Rakul N. Joensen. Úr VÍF: Jacklin Durhuus, Nikolina Joensen og Fríða Johannesen. Úr Stjørnuni: Simona Hansen og Gunvør Høgnesen, og úr VB: Gurið Mortensen.

Lotte Sørensen sigur við Sosialin, at vónandi er hetta liðið ein grundstamma, sum í nærmastu framtíð kemur at manna eitt føroyskt A-landslið í kvinnuhondbólti.

Ungu kvinnurnar hava vant saman fleiri ferðir í vetur, og seinastu dagarnar hava tær verið á venjingarlegu í Havn, áðrenn leiðin gongur til Danmarkar.


Óvist við monnunum

Unglingalandsliðið hjá monnum, sum í januar spældi seg víðari í HM-kappingini, skal eftir ætlan aftur í eldin nú um páskirnar, men seinast Sosialurin frætti, var enn óvist við hesum, tí at kappingin hjá teimum skuldi fara fram niðri á Balkan, tætt við kríggsherjaðu økini í Kosovo. Tað var tó væntandi, at kappingin fór at verða flutt til okkurt annað stað, men hetta eydnaðist tað ikki okkum at fáa meiri at vita um, áðrenn blaðið fór til prentingar.