Ungu menninir vístu vegin

Klaksvíkingar reistu seg eftir stórtap, og FS Vágar fór niður við nakkanum eftir trý stig í torførari avbjóðing á útivølli

Tað hevur verið av besta summarveðri í Klaksvík um vikuskiftið. Bæði leygardagin og sunnudagin var stilli, og sólin skein so fagurliga, at tað var rættuligur hiti í luftini. Góða veðrið tóktist hava við sær, at ferðin í spælinum sunnudagin var ikki tann, sum hon kanska kundi havt verið.
Dómarin hevði ofta gula kortið á lofti. Klaksvíkingar gjørdust heilt rísnir, tá ið fyrra umfarið var nítjan minuttir gamalt. Teir hildu, at mótstøðumaðurin, sum í ógvuliga harðligum nærdysti rendi Ova Nysted, sum hesa ferð var í álopinum, um koll, átti at havt sæð reytt í staðin fyri gult. Men tað metti dómarin ikki.
At Ove varð mettur sum týdningarmikil liður í royndini hjá KÍ at reisa seg aftur eftir avhølvingina í Gundadali, sást aftur í, at teir royndu at viðgera og pjøssa um stóra og sterka mannin í tíggju minuttir. So varð staðfest, at tað bar honum ikki til at spæla meiri. Heilaskjálvta hildu teir, at talan var um, og tað er rættuliga óvist, um Ove verður við í Runavík í morgin.
At heimaliðið misti eitt av sínum bestu vápnum soleiðis, tóktist í øllum sólarljósinum annars at kasta langar skuggar yvir síðsta tíman, og hetta mundi vera rótin til fleiri av gulu kortunum.
Í evstu løtu misti FS Vágar ein mann, og tað er væl skiljandi, at teir iðraðu seg um tað aftaná. Ein minuttur var eftir, støðan var 2?0, og stríðið var tapt, tá ið Hjalgrím Elttør setti ferð á ímóti FSV málinum. Albert Ari Thomassen, sum hesa ferð var vongverji í vinstru, og sum stutt frammanundan hevði sæð gult, nýtti neyðbremsuna. Dómarin metti, at hetta skuldi sektast við gulum liti, og harvið misti FSV týdningarmikla veteranin. Ikki bara síðstu sekundini sunnudagin, men eisini í týdningarmiklu botnuppgerðini á Skála í annaðkvøld.

Málini
KÍ legði ógvusliga fyri. Hugburðurin tóktist vera, at nú skuldi skommin úr Gundadali vaskast burtur. Tað gekk eitt sindur striltið, og tað var ikki fyrrenn stóra luftvápnið í álopsspælinum lá uttanfyri til viðgerðar, at KÍ fekk hol á ? í luftini! Vongverjin Símun Joensen var hægstur og stýrdi við høvdinum í málið, eftir at horna var komið innfyri úr vinstru.
At KÍ var komið framum tóktist lætta um trýsið á heimaliðnum. Ferðin fór eitt sindur niður, og síðstu løtuna undan steðginum var FSV væl við. Jens Erik Rasmussen, sum í 1. hálvleiki var meiri álopsspælari enn miðvallari, hevði ein góðan møguleika, men royndin fór við síðuna av.
1?0 málið skoraði ein av ungu KÍ spælarunum, sum teir hava framtíðar álit á, og fimm minuttir eftir steðgin vóru tað aftur tveir úr ynga endanum, sum syrgdu fyri staðfestingini av heimasigrinum. Atli Danielsen spældi í høgru tvørbólt til Hjalgrím Elttør. Hann dró eitt vet og smekkaði so til uttanfyri brotsteigar samankomingina. Royndin tóktist koma eitt sindur óvart á málverjan, sum kanska átti at havt bjargað, men bólturin fór inn undir hann og inn við nærra stólpanum.
Sum seinna umfarið leið, bíðaði KÍ eftir møguleikanum at fara í skjótálop. FS Vágar umskipaði, soleiðis at Jens Erik Rasmussen fór á miðvøllin, Hegga fór í høgra borð, Bjarni Prior fór fram, og stótan part av 2. hálvleiki var miðverjin Jóhannis Joensen rættuliiga frammarlaga. Jens Erik hevði ein góðan møguleika, og onkra ferðina komu klaksvíkingar í fleirtalsstøður, men tað komu ikki fleiri mál.
Klaksvíkingar vóru væl nøgdir við úrtøkuna, men teir harmaðust um, at teir tykjast skerdir til stóru uppgávurnar, sum standa fyri framman. Umframt at Ove Nysted er ivasamur, er Allan Joensen, sum ikki kom á vøllin eftir steðgin, rættuliga ivasamur undan ferðini til Runavíkar í annaðkvøld.

KÍ? FS Vágar 2?0 (1?0)
1?0: Símun Joensen 24.
2?0: Hjalgrím Elttør 50.
KÍ: Kartin Joensen ? Harley Bertholdsen, Sámal Eyðfinn Akursmørk, Jan Andreasen, Símun Joensen ? Atli Danielsen, Allan Joensen (Leon Bjartalíð, 46.), Jan Joensen, John Ryan ? Hjalgrím Elttør, Ove Nysted (Eyðun Klakstein, 29.)
Gult kort: Sámal Eyðfinn Akursmørk, Jan Andreasen
FS Vágar: Jákup Joensen ? Sjúrður Ellefsen, Jóhannis Joensen, Vlad Osipov, Albert Ari Thomassen ? Bjarni Prior (Birgir Joensen, 75.), Jógvan H. Samuelsen, Ruslan Screlea, Elfinn Ørvarodd (Kim Poulsen, 67.) ? Clayton Soares, Jens Erik Rasmussen
Gult kort: Jóhannis Joensen, Bjarni Prior, Ruslan Screlea, Albert Ari Thomassen
Reytt kort: Albert Ari Thomassen 89.
Dómari: Eiler Rasmussen