Ungur bilførari fekk koyriforboð

Aftur í gjár gjørdi nógv burtur úr at kannað ferðsluna

Aftur í gjár gjørdi løgreglan nógv burtur úr at kanna ferðsluna kring um í landinum. Úrslitið varð, at nakrir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt - og á onkrum vóru onkrar perur brostnar.

 

Men ringast stóð til hjá einum bilførara, sum ikki hevði havt koyrikort so leingi. Hann varð tikin fyri at koyra 84 kilometrar um tíman í bygdum øki har tað er loyvt at koyra 50.

 

Bilførarar, sum hava havt koyrikortið í styttri enn trý ár, eru undir serliga hørðum treytum. Tað var nettupp hetta, sum var galdandi í hesum føri, og sostatt var avleiðingin, at hann fekk koyriforboð og mátti avlevera koyrikortið á staðnum. Ein annar bilførari varð eisini tikin fyri at koyra 85 kilometrar um tíman í bygdum økið, og hann missur koyrikortið treytað. Sostatt má hann taka koyrikortið av nýggjum, annars missur hann tað.

 

Aftur í nátt hevur løgreglan eisin verið á ferð og hevur tikið nummarplátur av bilum, har eigarin ikki hevur goldið vegskatt, ella ikki er møttur til sýn.